Eg kundi ynskt at blivið gamal í Føroyum

- Eitt tað mest grundleggjandi í kristindóminum er at øll eru naka, og soleiðis er tað í Føroyum. Tí vil eg verða her. Eg fari burtur at fáa fríska luft, men so koma vit aftur, sigur Henning Bøgesvang

Ein sunnudag herfyri boðaði Henning Bøgesvang, prestur í Klaksvík, frá av prædikustólinum í Christianskirkjuni, at hann 1. februar fer av landinum.

Nógv fólk harmaðust hesi tíðindi, tí Henning Bøgesvang er era væl lýddur sum prestur, tí hann altíð er við tí góða orðinum og er so positivur.

Men Henning Bøgesvang sigur ikki Føroyum farvæl fyri allar tíðir.

Hann hevur fingið starví Gøteborg hjá donsku sjómanskirkjuni, men hann hevur í setanarbrævinum treytað sær, at hann aftaná tey bæði árini sleppur aftur til Føroya.

Tí her vil hann vera.

- Men eg eri komin í tann aldur, at skal eg royna okkurt nýtt, so skal tað vera nú. Eg hugsi sum so, at beint nú haldi eg meg hava nakað at geva, men hendir tað, at eg verði útbrendur um eini fimm ár, so noyðist meinigheitin at hanga uppá ein útbrendan prest í eini 10-15 ár aftrat, sum eg havi eftir at vera prestur í, og tað hevði verið spell. Eg haldi tað vera neyðugt at fara burtur at royna okkurt nýtt, at fara burur at fáa fríska luft.

Tá Bøgesvang fer úr Klaksvík 1. februar, hevur hann verið her í 22 ár.

Frammanundan hevði hann verið sjómansprestur, og tað sum sjómansprestur hann fekk hug at søkja til Føroya, við tað at føroyingar altíð hava stuðlað sjómanskirkjuni so væl. Nakrar ferðir vitjaði Bøgesvang í Føroyum, áðrenn hann søkti og fekk starvið í Klaksvík í 1976.


Hoyra heima

í Føroyum

Har hava hann og familjan búð síðan, og tey hava trivist væl. Synirnir báðir hava búð tað mesta av lívinum í Føroyum, so teir rokna seg fyri føroyingar.

- Vit vórðu frá fyrsta degi væl móttikin og hava trivist sera væl her, og tað var ein tung avgerð at siga upp.

Bøgesvang tosar í sínum prædikum ongantíð um dómadag. Hann leggur dent á lívið og tað at vera menniskja.

- Mítt sjónarmið er, at vit fyrst og fremst skulu hugsa um lívð her á jørð, og hvussu vit liva. Tað, sum kemur aftaná, mugu vit leggja í Harrans hendur. Fyri okkum má lívið vera tað avgerandi, og tað er jú eisini soleiðis, tað skal skiljast, at Jesus varð sendur niður á jørðina sum menniskja.

Sjálvandi hevur Bøgesvang verið úti fyri, at onkur fólk hava verið ósamd við hann.

- Eg vil tó siga, at tey flestu ósamdu hava verið tað upp á ein siviliseraðan máta, og tíbetur hava vit fáar intollerantar fanatikarar. Eg havi ongantíð havt trupulleikar av hesum, tí eg leggi meg ikki í, hvat onnur hugsa, og eg toli aðrar meiningar.


Góður ungdómur

Í Danmark verður nógv tosað um, at ungdómurin ikki sæst í kirkjuni, og summi mæla til, at kirkjan verður loyst frá statinum. Í Føroyum hevur eisini t.d. Heimamissiónin verið inni á, at ov fá av teimum ungu ganga í kirkju.

- Eg haldi, at vit heldur eiga at fegnast um øll tey ungu, sum eru virkin. Vit eiga góðan og sunnan ungdóm í Klaksvík og í Føroyum sum heild, og tað er ein stórur hópur av ungum, sum hevur eitt ríkt ungdómslív, bæði í KFUM & K, í Emmaus og Betesda.

- Tað ber sjálvandi altíð til at seta spurningin, um kirkjan kann tykjast teimum ungu óviðkomandi. Men tað er ikki altíð líka lætt at skula venda sær til alla fjøldina í senn, tey tilkomnu, tey ungu og børnini. Men viðhvørt eydnast tað í eini prædiku. Besti mátin er við barnagudstænastuni, tí tá er boðskapurin altíð lættur at skilja.


Vitjar nógv sjúklinar

Umframt sínar øðrvísi prædikur er Bøgesvang ikki minst kendur fyri sítt sálarrøktararbeiði. Fáir prestar hava gjørt so nógv sum hann við at vitja á sjúkrahúsinum.

Tað er ikki so, at Bøgesvang sum prestur hevur einkarrætt at fara á sjúkrahúsið. Hon presturin ger tað eisini, men teir báðir hava býtt uppgávurnar hjá prestunum sínamillum, og teir avtalaðu, at Bøgesvang skuldi taka sær av at vitja á sjúkrahúsinum.

Og ta uppgávuna hevur hann røkt til fulnar, tí tað hevur hansara stóra áhuga, og hann heldur tað vera so týdningarmikið.

Prestarnir hava altíð vitjað á sjúkrahúsinum, men ikki so ofta sum Bøgesvang, ið hevur verið í USA og fingið sera sær serútbúgving í hesum arbeiði.


Tey sjúku geva

Prestur er næstan dagligur gestur á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.

- Í fyrstuni hugdu bæði sjúklingar og starvsfólk við, tá eg komu, og tey hildu, at tá eg kom, mundi onkur liggja til tað síðsta. Men sum frá er liðið, hava øll vant seg við, at eg javnan vitji, og eingin gevur sær far um, nær eg vitji, hvørja stovu eg fari inn á og hvønn eg vitji.

Bøgesvang er ógvuliga upptikin av hesum arbeiði.

- Á sjúkrahúsinum komi eg í samband við ótrúliga nógv fólk, og eg upplivi tað altíð, sum eg havi so nógv við mær, tá eg fari av sjúkrahúsinum aftur. Eg fari frískur at vitja tey sjúku í tí vón at geva teimum nakað, og so er tað eg, sum fái nógv heim við mær frá teimum sjúku. vit mugu bara vóna, at tey eisini fáa nakað burtur úr vitjanunum.

- Vit hoyra ofta fólk siga, at góð heilsa er tað besta av øllum. Fólk, sum liggja á sjúkrahúsi, hugsa ikki so. Men tey sjúku eru ofta nógv meira nøgd við tilveruna enn tey frísku. Tey hava ofta so nógv positivt at siga, t.d. um góða røkt, og tí er tað so lívgandi at vitja sjúk fólk.

- Tað er ein serlig støða at vera í at liggja sjúk á einum sjúkrahúsi. Fólkini kunnu so at siga eiki at gera, og tey hava ov mikið av tíð. Tey kunnu av góðum grundum ikki gera, sum tey vilja, eru vundin av hjálpini, sum tey mugu hava frá øðrum. Tað kemur tí ofta væl við at fáa vitjan av onkrum uttaneftir, og tað sigur teimum eisini, at onkur hugsar um tey.

Bøgesvang vitjar líka so nógv tey, sum eru sjúk og ernast aftur, sum hann vitjar tey, sum ikki hava so langa tíð eftir.

Hann er varin, tá hann vitjar, pressar seg ikki inn á nakran. Hann vitjar fyri at vera saman við fólkunum og luta eftir teimum, um tey hava hug at tosa. Ørindi hansara eru ikki at prædika ella biðja, men heita fólk á hann um at biðja eina bøn saman við teimum, so ger hann tað sjálvandi.

- Men eg eri ikki nøkur automatisk biðimaskina.


Kann við øllum

- Eg virði øll fólk, soleiðis sum tey eru, og eg havi ongantíð tikið dagar ímillum, hvat trúarsamfelag fólkini hoyra til. Eg havi eisini altíð verið væl móttikin av øllum, um so fólkini hava hoyrt til kirkjuna, Brøðrasamkomuna ella onnur trúarsamfeløg. Tað ber jú væl til og er eingin trupulleiki,bara vit øll virða hvønn annan.

Bøgesvang heldur tørvin á sálarrøktararbeiði og samtalum verða øktan, nú samfelagið er blvið so materielt, og alt bara snýr seg um teknikk.

- Alt hevur skund, og alt verður gjørt upp í pengum, samstundis sum sambandið millum f?olk, kenslulívið og okkara andslív verður sett til viks. Samstundis verður stríðs fyri sunnari kostvanum og at fáa fólk at leggja av at roykja, tí vit skulu vera so sunn.

- Men tað, sum um ræður, er at vit skulu vera heil menniskju, og tað tykist sum størri og størri forstáilsi er fyri hesum.

Øll hesi árini hava nógv fólk verið hjá Bøgesvang bara fyri at tosa. Tað hava verið fólk í onkrari kreppu, t.d. orsakað av hjúnarskilnaði, samlívstrupulleikum, fíggjarligum trupulleikum ella onkrum øðrum.

Bøgesvang er fegin um, at fólk hava tað álitið á honum, og at tey velja at fara til prest at leita sær ráð ella bara fyri at tosa.

- Øll eru eisini líka vælkomin at koma til mín at tosa, og øll skulu eisini vita, at tey trygt kunn venda sær til prest, tí vit hava tagnarskyldu, einki fer víðari. Fólk skulu eisini vita, at hvør trupulleikin enn er, so kundi ikki fallið mær inn at komið við nøkrum peikifingri.

- Vit prestar eru ikki professiniellir sálarlæknar, líka so lítið sum vit eru fullkomnir, men vit kunu hjálpa við at lurta og vegleiða, hvagar fólkini skulu venda sær fyri at fáa ta hjálp, tey hava fyri neyðini.


Kærkomnar royndir

Bøgesvang heldur, at í sálarrøktararbeiðinum er tað komið hon væl við, at hann hevur sínar royndir sum sjómansprestur.

Nógvir prestar hava bara livað eitt vart lív, men tað góða er at siga um prestarnar í Føroyum, at flestu teirra hava roynt okkurt annað arbeiði, t.d. verið til sjós, og hava líka sum Bøgesvang hoyrt annað enn sunnudagsskúlaprát.

- Tað má geva størri álit. Eg havi virkað sum sjómansprestur, og tey flestu vita, at ein sjómansprestur í einum havnarbýi sær og hoyrir mangt og hvat. Eg giti, at fólk halda slíkar prestar, sum ikki bara hava ferðast millum einglabørn, skilja seg betur.

Sum nevnt fer Bøgesvang í februar til Gøteborg at virka hjá donsku sjómanskirkjuni, men so ætlar hann at koma aftur.

- Er okkurt starv leyst í Føroyum tá, og eg ikki eri heilt gloymdur, so søki er aftur. Vit hava nevniliga fyri langari tíð síðan sag, at tað er okkara ynski at gerast gomul í Føroyum.


Øll eru nakað

- Hvat er tað, sum er so gott við at búgva í Føroyum?

- Tað havi eg ofta hugsað um. Tað er ikki tað, at her bara búgva einglar, fólkið er ikki betri enn onnur fólk. Náttúran er vøkur, men tað er heldur ikki bara hon, sum fær meg at trívast so væl her.

- Tað hevur nakað at gera við, at samfelagið er so lítið, at vit øl eru nakað, eru ikki bara eitt nummar. Her kann eingin vera anonymur, øll kunu fara út á gøtuna og møta onkrum, sum tey kenna. Í kirkjuni møta vit eisini altíð onkrum, sum vit kenna.

- Hetta síggi eg sum tað mest umráðandi í kristindóminum, at øll eru nakað, og tað upplia vit her, sigur Henning Bøgesvang.