Tað eru ikki øll, sum eru nøgd við raðfestingina í nýggju koppsetingarætlanini. Tí sum nú er, verður raðfestingin gjørd eftir aldursbólkum - tey elstu fyrst og tey yngstu til síðst. Men atlit verður ikki tikið til, um persónarnir sigla úti ella ferðast javnan.
Hetta hava fleiri gjørt vart við gjøgnum longri tíðarskeið, tí tað er roksut hjá teimum at skula í sóttarhald í heilum, og so eru kenna tey seg eisini serliga útsett, av tí at fleiri teirra eru í londum, har korona ger um seg.
– Eg skilji teir óalmindiliga væl, sigur landsstýrismaðurin í heilsumálum, Kaj Leo Holm Johannesen.
– Men reint politiskt hava vit ikki nakran meiriluta til at taka ávísar bólkar fram um. Vit hava lagt tað út til ein koppsetingarbólk at velja raðfylgjuna. Tað er ringt at velja summar bólkar burturúr, tað er øgiliga viðbreki, sigur landsstýrismaðurin.
Hann vísir á, at vit í Føroyum nú eru komin so væl ávegis við koppsetingini, at útisetarnir og sjómenninir skjótt sleppa fram at óansæð.
– Tað fer at ganga so mikið skjótt at koppseta, at tað verður ikki leingi, so eru øll koppsett. Fleiri av teimum, sum sigla úti, eru annars fevndir av koppsetingarætlanini, tí teir hava aldur til at sleppa framat. Fyri restina snýr tað seg bara um at bíða eitt lítið tíðarskeið aftrat, siugr Kaj Leo Holm Johannesen, sum sjálvur hevur eina greiða meining um hetta.
– Um eg sjálvur bestemmaði, so hevði eg hildið tað verið rímiligt, at útisiglararnir komu fram at skjótari, tí teir ferðast so nógv. Vit hava tosað um tað fleiri ferðir, og eg ætli mær í øllum førum at taka tað upp einaferð aftrat, sigur hann.