Eg trívist best á djúpum vatni

- Eg leiti altíð eftir nýggjum avbjóðingum, sum við fyrsta eygnabrá kunnu tykjast fullkomiliga ómøguligar at loysa, sigur 39 ára gamli Jan Ziskasen, ið fyrst las gudfrøði, men endaði sum KT-stjóri hjá risastóru og heimsumfevnandi fyritøkuni Kraft Foods. Nú eru boð eftir honum frá høvuðsborgini í Chicago.

Sosialurin, London:
Heimurin er hansara arbeiðspláss. Hann er partur av einum toymi, ið hevur ábyrgdina av øllum telduskipanum hjá fyritøkuni Kraft Foods kring allan knøttin. Tey umleið 300 starvsfólkini, ið arbeiða undir hansara leiðslu, eru ættað úr eini tríati ymsum londum, og tað er hansara uppgáva at syrgja fyri, at tey virka sum ein samansjóðað eind. Komandi KT-verkætlanin, sum hann skal hava høvuðsábyrgdina av, er mett at kosta góðar 5 milliardir krónur komandi 4-5 árini.
Hóast Jan Ziskasen er ein altjóðagjørdur norðoyingur mitt í brúsandi metropolinum við einum starvi, ið krevur óvanligt hegni og dugnasemi, hevur hann enn bæði beinini væl og virðiliga á fastari grund – her er einki stórlæti yvir manninum, hóast hann júst er framfluttur til høvuðsskrivstovuna hjá Kraft Foods í Chicago.
Vit hava hitt fryntliga og braneggjaða klaksvíkingin á skrivstovu hansara í Chiswick í vestara parti av London. Futuristisku skrivstovubygningarnir, har fyritøkan húsast, minna mest um ein leikpall úr einum framtíðar science fiction filmi, men skrivstovan hjá Jan er tó rættiliga spartanskt innrættað, og tað verður ikki oyðslað við óneyðugum marglæti, hóast ráð óivað eru til tess.

Leiðari í altjóða umhvørvi
Jan Ziskasen er til dagligt leiðari hjá fleiri ymsum liðum av fólki kring heimin. Umframt tey hundrað starvsfólkini í London, hevur hann ábyrgdina fyri liðum ymsastaðni í Evropa, Bangalore og Hyderabad í India, eins væl og New York og Chicago í USA.
- Her á skrivstovuni í London eru umleið tríati ymsar tjóðir umboðaðar. Vit hava fólk við ymsum húðaliti, ymsum átrúnaði og javnt býti millum menn og kvinnur. Umframt vanligar vesturlendingar hava vit eisini kvinnur við sløri og menn við turban. Eitt slíkt altjóða umhvørvi fært tú so at siga bara í London, og tað er ein stór styrki hjá okkum sum fyritøka, at vit hava eina so fjølbroytta samanseting av menniskjum, sigur Jan Ziskasen.
Hóast nógvar ymsar mentanir arbeiða saman á skrivstovuni, eru als eingir samanstoytir millum starvsfólkið, og tann lærdómin hevur Jan tikið til sín.
- Eg havi lært at virka í einum fjølbroyttum umhvørvi, har nógvar ymsar mentanir hvønn dag koma saman uttan nakrar trupulleikar yvirhøvur. Vit hava tørv á fjølbroytni á arbeiðsplássinum, og tað virðismeta vit sera høgt, sigur Jan um ta fjølbroyttu samansetingina av fólki bæði í London og á arbeiðsplássinum.
- Tá eg skal meta um eitt starvsfólk, fáa øll somu viðferð. Eg síggi bert tess eginleikar uttan mun til, hvørji óviðkomandi ytri eyðkenni hesin persónurin nú enn hevur.
London er eisini tann mest altjóðagjørdi býurin í heiminum, og umleið fýrati prosent av íbúgvunum í London eru føddir uttanfyri Bretland.

Óvissa sum drívmegi
Men hvat hevur ført ein at síggja til heilt vanligan klaksvíking til eitt leiðarastarv í eini multinationalari fyritøku? Hetta er tann fyrsti spurningurin, sum reisir seg, tá vit trína inn í modernaða skrivstovulandslagið hjá Kraft Foods í London.
- Eg havi tann eginleika, at eg altíð leiti eftir nýggjum avbjóðingum, og mær dámar best at virka í einum umhvørvi, sum ikki er konstant, men allatíðina flytur seg, broytist og umskapast. Hetta setir stór krøv til tíni evni at umstilla teg til nýggjar støður, sum tú ikki hevur møguleika at fyrireika teg til, sigur Jan, tá hann verður biðin um at greiða frá drívmegini handan yrkisleið sína.
- Eg havi so ofta sagt við meg sjálvan, tá eg havi fingið eina nýggja avbjóðing, at “hetta verður sera torført ella nærum ógjørligt”. Tó havi eg altíð eitt brennandi ynski um at fara í holt við uppgávuna. Eg arbeiði í løtuni við einari verkætlan í Norðuramerika uppá 5 milliardir krónir, og tað er púra ørt og óveruligt, tá eg hugsi nærri um tað.
KT-stjórin greiðir víðari frá, at hann mangan fær uppgávur latnar uppí hendi, ið við fyrsta eygnabrá kunnu tykjast fullkomiliga ómøguligar at loysa, men tá ræður um at hava tunguna mitt í munninum, varðveita yvirlitið og hava álit á sær sjálvum eins væl og á arbeiðsfeløgunum.
- Eg trívist best á djúpum vatni, har eg havi kensluna av, at eg ikki grynni. Lyklaorðið í øllum trongstøðum er ikki at vera uppgevandi og at hava eginleikan at síggja møguleikarnar í eini annars vónleysari støðu. Tað ræður um at handfara váða og óvissu á ein skynsaman hátt og at taka skjótar og greiðar avgerðir, hóast nógvir ókendir faktorar gera seg galdandi, greiðir Jan hugleiðandi frá.
Eftir at hava staðið á odda fyri eini verkætlan seinastu mongu árini, hvørs endamál var at implementera SAP-telduskipanina í Evropa liggur kósin nú til Chicago har Jan og hansara toymi skulu leiða eina líknandi verkætlan fyri alt Norðuramerika.
- Hetta er mín størsta avbjóðing nakrantíð, tí Kraft Foods í USA er nærum fimm ferðir størri í vavi, hvat sølu og framleiðslu viðvíkur, samanborið við Evropa, sigur Jan. Hetta er eisini orsøkin til, at Jan nú flytur við familjuni til Chicago.

Nýmótans leiðsluháttur
Fyritøkan í USA hevur nýtt eini 800 ymsar telduskipanir til framleiðslu, innkeyp, lagur, sølu og fíggjarstýring. Hesar skulu nú niðurleggjast og avloysast av bert einari SAP-skipan.
At vera leiðari fyri slíkum risastórum milliarda-verkætlanum setir stór krøv til samskipanina av tí dagliga arbeiðnum og samskifti millum leiðara og starvsfólk. Jan hevur eisini sínar greiðu áskoðanir um, hvussu ein stjóri røkkur sínum málum.
- Mín fremsta uppgáva er at byggja upp eitt lið, sum er ført fyri at loysa tær uppgávur, ið eru settar út í kortið. Eg skal tryggja, at organisatoriski bygnaðurin samsvarar við tær avbjóðingar, ið liggja fyri framman. Miðaldarliga hugsanin um, at starvsfólkið skal tæna leiðsluni er ikki serliga produktiv, og tí leggja vit stóran dent á, at hvørt einstakt starvsfólk skal kenna, at tey eru partur av nøkrum virðismiklum, og at tey eru ein týdningarmikil liður í heildini, sigur Jan um sín leiðsluhátt.
- Vit royna at skapa eina vælvirkandi eind, har eingin einstakur liður ber øllum uppi. Hetta ger eindina sterkari, so at hon tolir teir brotasjógvar, ið alla tíðina skola omanyvir okkum. Eg nýti soleiðis nógva tíð saman við starvsfólkunum og royni at motivera hvønn einstakan, har eg síggi møguleikar fyri framgongd og menning.

Sjórænarin fekk útlongsul
Meðan Jan gekk á handilsháskúlanum í Keypmannahavn, fór hann at arbeiða hjá Kraft Foods í Danmark, og skjótt fekk hann ábyrgd í fyritøkuni. Spakuliga klintraði hann uppeftir stiganum í hesi risastóru fyritøkuni, og eftir fimm árum í Danmark fekk Jan starv á norðurlendsku høvuðsskrivstovuni í Stokholm í Svøríki.
Eftir at hava búleikast í Danmark og Svøríki í útvið tíggju ár valdu Jan og konan Sita Rajani at flyta heimaftur til Føroyar í 2001. Jan fekk leiðandi starv hjá Farodane í Havn, og Sita hevði gávuhandilin Mango í SMS. Eftir eitt ár í Føroyum gjørdist útlongsulin tó ov sterkur, og boð vóru eisini eftir Jan úr London.
- Eg vildi meira innan tað yrkið, ið hevði myndað mína yrkisleið øll árini. Tá tú fyrst hevur fingið altjóðagerðina undir húðina, er torført at halda seg burtur. Harumframt havi eg frá ungum árum viljað búð í útlandinum, og her í London havi eg tað sum blomman í egginum, sigur Jan við eldhugað í røddini.
- Mær dámar tó avbera væl í Føroyum, serstakliga at vera saman við familju og vinum. Tá vit einaferð flyta heimaftur er týdningarmikið fyri meg at hava eitt starv, har eg havi møguleika fyri at vera við á altjóða pallinum onkursvegna. Eg plagi í skemti at siga, at tað er sjórænarablóðið úr Hvalba, ið er orsøkin til tann brennandi útlongsulin.

Kundi verið øðrvísi, og tó...
Tá Jan Ziskasen var liðugur á studentaskúlanum við Gøtugjógv í 1988, valdi hann at taka eina tvey-ára teologiska útbúgving á St. Andrews College í Yorkshire í Onglandi.
- Eg var sera hugtikin av teimum hugvísindaligu lærugreinunum, tá eg gekk á studentaskúlanum, og eg hevði eisini ætlanir um at lesa teologi ella filosofi í Keypmannahavn, greiðir Jan frá.
Hetta bleiv tó av ongum. Eftir at hava arbeitt sum lærari í skúlanum við Ósánna í Klaksvík og tikið hægri handilsskúla á Kambsdali, gjørdi Jan av at fara á Copenhagen Business School at lesa cand.merc.dat. í 1992.
- Áðrenn eg fór at lesa, gjørdist eg varugur við, at eg var hugtikin av og kanska eisini hevði “flair fyri business”. Harumframt hevði eg stóran áhugað fyri organisatión og vildi fegin arbeiða við menniskjum til dagligt. Eg metti eisini, at ein KT- og handilsorienterað útbúgving gav mær fleiri møguleikar eftir lokna lestrartíð, sigur Jan.

Kristindómur
Átrúnaður hevur ein sera týðandi leiklut í lívinum hjá Jan og saman við familjuni er hann javnan í fríkirkjuni Hillside í Wimbledon, har familjan eisini býr. Umframt at spæla trummur í tónleikabólkinum í samkomuni hevur Jan eisini ráðgivið pastorinum við ymsum uppgávum á leiðsluøkinum.
- Fyri meg snýr kristindómurin seg um at liva í kærleika Guds og hava uppbyggjandi samfelag við onnur menniskju eins væl og vera við til at hjálpa menniskjum andaliga og tímiliga. Tað er altavgerandi fyri meg ikki at vera dømandi, men heldur at síggja tað positiva í hvørjum einstøkum og at virðismeta tað fjølbroytnið, sum eg ferðist í til dagligt. Eg royni at vísa ígjøgnum mína medferð, hvør eg eri, og hvørjum eg standi fyri. Yvirfyri mínum starvsfólki royni eg altíð at vera erligur og at viðurkenna hvønn einstakan, eg eri saman við til dagligt, sigur Jan um sína trúgv og menniskjafatan.

Keypti Kemilux í eini handavending
Fyri nøkrum vikum síðani var Jan í Føroyum í føðingardag hjá vermóðir sínari, og tá keypti hann 49,5% av partabrøvunum í fyritøkuni Kemilux.
- Eg havi altíð haft stóran áhuga fyri fyritøkuni, og tá eg fekk møguleikan at keypa, smekkaði eg til. Soleiðis eri eg.
Og tað sigur ikki so lítið um klaksvíkingin, hvørs næsta destinatión liggur handan Atlantshav í stórbýnum Chicago.




Fakta
Navn: Jan Ziskasen
Føddur: 31. oktober 1967 í Klaksvík.
Giftur Situ Rajani í 1992.
Børn: Erla (11 ár), Rósa (3 ár) og Matthias (1 ár)
Útbúgving: Cand.merc.dat. frá Handilsháskúlanum í Keypmannahavn