Eg var mær og vitjaði bróður*)

Føroyingar kunnu aftur brúka fyrimunin at vera eftirbátur til at læra av royndum og mistøkum hjá øðrum. Eitt tað mest sambærliga økið at hyggja at er býurin Akureyri

"Háskóli Akureyrar hevur bjargað býnum!" So avgjørd vóru fleiri eg tosaði um universitetið har norðuri í Íslandi. Nýggja tíðin í Íslandi hevur ført við sær, at fólkið leitar av bygdunum til miðstaðarøkið, og landið Ísland er um at gerast býar-staturin Reykjavík. Men á Akureyri hava tey vent gongdini so mikið, at fólk nú leita sær úr óstøðuga veðurlagnum í Reykjavík norður í fastlandsklimaið í gamla keypstaðnum. Tað eru ikki bert góðveður og alskyns mentunartiltøk, ið lokka; tey har norði hava bygt upp lærdan háskúla við mongum forvitnisligum tiltøkum.
Fyrstu ferð eg vitjaði háskólan á Akureyri - einum býi nett upp á stødd við Havnina - viltist eg. Heldur enn at fara inn í undirvísingarbygningin var eg av misgáum fyrin inn í tann stóra og stásiliga granskingardepilin. Uppi á heygnum Sólborg liggur granskingardepilin lið um lið við part av háskúlanum við sínum umleið 1.600 lesandi. Í deplinum er mangir stovnar, ið fáast við gransking ella vitanarvinnu av ymsum slagi, ið tykjast hava sera gott samstarv við sjálvan háskúlan.
...og hann bendi á tað land, sum hann nú hevur bygt!
Nú var eg komin at undirvísa í tríggjar vikur, og skjótt kom eg í samband við hetta spennandi umhvørvið. Ikki meir enn hevði eg havt fyrsta tíman, so vóru boð eftir mær at vitja á deplinum. Millum stovnana í deplinum var jafnréttistofan (javnstøðustovan), ið fæst við at granska spurningar um javnstøðu og onnur mál í tí høpi.
Millum annað var eg við til framløgu um kanning, sum var gjørd av umstøðunum hjá fólki, ið ferðast í Íslandi, at sleppa fram at góðum umstøðum at skifta á børnum. Íslendigar eru samdir um, at kallmenn og kvennmenn skulu vera jøvn í metum, og bæði pápar og mammur skulu taka sítt tørn at ansa børnum. Men eitt eru mál og mið, annað eru umstøður og møguleikar. Javnstøðustovan hevur kannað mangar slíkar spurningar, og hesu ferð høvdu tey so fingið fólk av háskúlanum at kanna kring landsvegakervið í Íslandi kringumstøðurnar hjá foreldrunum við smábørnum.
Kanningin vísti, at mangan var sera langt ímillum alment atkomilig wc og slíkt, men serliga var tað trupult hjá pápunum at koma framat. Upp í hálvt sjeynda hundrað kilometrar skuldu teir koyra við hvørt. Orsøkin var einføld. Umstøðurnar at sleppa at skifta á børnunum vóru sum oftast skipaðar á wcnum fyri kvinnur.
Frágreiðingin var væl skrivað og sera humoristisk, talan var ikki um róp um kúgan og stríð, uttan heldur tann faktiska og praktiska tilgongdin, sum eyðkennir íslendingar so nógv. Semja er um javnstøðu, hetta krevur fortreytir fyri at foreldur kunnu skiftast um skyldurnar, hesir fortreytir kunnu mátast og vigast - og so gera vit tað!
...at tað verður eitt bál
Nú skal lesarin ikki misfata meg, sjálvsagt er henda kanning er ikki størsta gjøgnumbrot í íslenskari gransking. Kanningin og framløgan av henni var bert eitt av ótrúliga nógvum spennandi, ið er at fara til og fylgja við hjá systkinatjóð okkara fyri vestan. Bara ein tilvildarligan dag á Háskóla Íslands í Reykjavík, har eg starvist part av árinum, var eg til framløgu av árligu "Human Develepment Report" frá einum ST-stovni, sum íslenskir granskarar innan fleiri ymiskt fakøki høvdu lisið og nú løgdu fram og viðmerktu til. Sama dag var tiltak, har verkfrøðideildin greiddi frá um skaðarnar av vatnflóð í New Orleans. Dagliga koma boð um framløgur og fundir um evni av øllum handa slagi, innlensk sum útlensk, almenn sum vinnulig. Millum teir mongu áhugaverdu fyrilestrarnar í ár var ein hjá bretskum professara um sáttmálan um Svalbard, ið settu stór spurnartekin norsku atferðina í tí økinum. Á henda hátt duga íslendingar at benda gransking um altjóða viðurskifti inn á landsins og vinnunar áhugamál og fortreytir.
Norði á Akureyri var eg umframt at vitja fleiri ferðir á hesi javnstøðustovu at fáa íblástur til javnstøðuarbeiði í Føroyum við til fleiri fyrilestrar og kjakfundir innan fakøki mítt, lógkunnleikan. Harímillum varð - fyri aðru ferð á Akureyri - skipað fyri fundi um arbeiðið at smíða føroyska stjórnarskipan. Íslensk frøðifólk hava stóran áhuga fyri stjórnarsmíði okkara, ikki minst tí tey eru farin undir at endurskoða íslensku stjórnarskránna. Eisini íslensku bløðini skriva um arbeiði okkara og bera saman tilgongdirnar.
Tað tykist mær sum hvør leggur sín neista til hin sama eld. Sjálvsagt hevur Ísland sínar trupulleikar at dragast við. Fiskivinnan er skroypilig eins og okkara, og keyp av útlenskum fyritøkum fyri læntar pengar kann skjótt fara at ridla. Men tað varandi virði í háskúlunum og granskingini er tað, ið vit eina helst eiga at taka til okkara.
Greiddi eg honum frá...
Her heima hjá okkum uppliva vit, at frøðingar mæla frá at brúka for nógv uppá gransking og hægri útbúgving. Onkur helt, at fær føroyskur ungdómur bara miðnámshúgvuna á høvdið, ja so eru útbúgvingar um allan heim algongdar og slottið vunnið.
Hetta er eftir míni fatan skeivt av so mongum orsøkum. Av teimum ungu, ið lósu hjá mær, høvdu tey nógvu maka og børn. Samanbera vit við føroyingar, so er tað mangan, at drongur fer til Danmarkar og eftir fleiri ára lesnað hittir hann gentu, sum júst er komin niður, og tá hon einaferð er liðug, eru børnini farin í skúla, og so er ikki vist at tað liggur so væl fyri at flyta heim aftur. Akureryi hevur tryggjað sær bæði at fleiri koma norð aftur og at Akureyri varðveitir fleiri ung og bráðræsin fólk.
Eitt er hesin fyrimunurin at varðveita størri part av ungdóminum ella at fáa hann fyrr heimaftur, tí tað ber til at gera eina útbúgving byrjaða í Reykjavík lidna á Akureyri. Annað er at lærdi háskúlin gevur mong arbeiðspláss bæði til lærd og leik, og at háskúlin skapar tað umhvøvið, ið gransking og menning tørva. Um tað er vinnugransking og menning ella grundforskning ella gransking fyri tað almenna og stovnar av ymsum slagi, so krevur tað eitt vist umhvørvi og eina vissa mongd ella stødd at fáa tær granskandi ketureaktiónirnar í gongd og at halda fram.
Harumframt kemur, at hægri útbúgvingar aðrastaðni ofta eru somikið vánaligar ella ov nógv rættaðar ímóti heilt ávísum viðurskiftum har á staðnum - danska cand. jur. rennur mær til hugs - at vit eisini kundu tryggja ungdómi okkara rætt og slætt betri útbúgvingar við at lata tey lesa í øllum førum part av útbúgvingini heima hjá okkum sjálvum. Ikki minst er hetta eyðvitað, tá føroysk lesandi skriva ritgerðir um føroysk viðurskifti - tá var so upplagt at verið heima og havt føroyskan vegleiðara ella enntá gjørt kanning fyri ein føroyskan stovn, ið hevur brúk fyri kanningini. Men sum er, eru vit í Føroyum so besett av reglugerðum, mannagongdum, játtanarskipanum og freistum, at nærum onki slíkt fæst í lag.
Tað er sera vandamikið og sera harmiligt, at vit sum onki kunnu finna milliónir til rakstrarstudning ella til íløgur í betong og boring, men ikki duga at gera íløgur í vinnur innan vitan og mentan.
...mangan víst mær á beinasta veg
Nú skal ikki verða sagt, at alt ljós í útnorði liggur. Á norrønum fundi herfyri í Søderborg á oynni Als í Suðurjútlandi greiddi danski tingmaðurin Frode Sørensen frá, hvussu tey har í danska útjaðaranum hava samskipað ymsa hægri útbúgving og hava skapt fróðskaparsetursumhvørvi, ið er vorðin vinna, ið loysir av eldri og lágløntari vinnur. Allastaðni, har teimum eydnast at varðveita ella menna útjaðaran í norðanlondum tykjast gransking, útbúgving, menning og samskipan av hesum tættum at vera so ógvuliga týðandi.
Føroyar áttu at lært av norrønu systkjum sínum og gingið henda sama vegin við samanleggingum av hægri skúlum, við granskingardeplum, við minni umsiting og færri reglugerðum, meiri samvinnu millum stovnar, vinnulív og gransking, og við at rætta gransking og menning ímóti tí, sum tørvur er á, heldur enn ímóti tí, sum lærararnir frammanundan duga ella plaga.
Við at lata upp gluggarnar í allar ættir kunnu vit uppliva ein so nógv bjartari dag.

*) Sangur eftir Símun av Skarði,
nr. 470 í Føroya Fólks