- Eg vil gloyma tær svøvnleysu næturnar

- At kunna seta eitt endaligt punktum við eitt mál, har ein sjálvur hevur fingið uppreisn oman á uppreisn, ger, at henda jólahátiðin gjørdist ein serlig jólahátið, sigur Hans Eiler Hammer.

Hvat minnist tú best frá 2013?


- Tað má vera allar tær ógloymandi løturnar, sum eg havi havt saman við mongum menniskjum gjøgnum mína egnu fyritøku "Hammer Shuttle". Tær mongu samrøðurnar á tveymanshond og eisini tær mongu skemtisøgurnar, ið sagdar eru av mínum mongu viðskiftafólkum. 

 

Hvat var tín størsta persónliga uppliving í 2013?

 

- Tað er uttan iva tann endaliga telefonin, eg fekk úr Noregi um miðjan desember í ár, har sakførari mín gjøgnum meir enn trý ár boðaði mær frá, at vit høvdu vunnið við einum endurgjaldskravi móti ákæruvaldinum í Noregi í samband við málið, eg mátti ígjøgnum í 2010. Tað at kunna seta eitt endaligt punktum við eitt mál, har ein sjálvur hevur fingið uppreisn oman á uppreisn, ger, at henda jólahátiðin gjørdist ein serlig jólahátið! Tað eri eg og vit øll sera takksom fyri.

 

Hvat vilt tú helst gloyma frá 2013?

 

- Allar tær svøvnleysu næturnar, ein hevur havt vegna okkara sjúku dóttir og tað mál, sum annars hevur verið sum ein tung byrða á herðum okkara!

 

Hvat ynskir tú tær í 2014?

 

- At tað skal valda friður menniskju millum, og at vit kunnu møta øllum menniskjum á sama hátt! At vit brýggja okkum meira um tey, sum hava tað verri enn vit sjálvi, og at vit vilja veita teimum eina hjálpandi hond. Ja, í veruleikanum "at vit elska næsta okkara, eins og vit elska okkum sjálvi!". Og so ynski eg eisini, at tann nýggi sáttmálin, sum fyritøkan Hammer Shuttle, hevur fingið, skal ganga væl, og at vit koma at vísa i verki, at vit megna uppgávuna, sigur Hans Eiler Hammer.