Eitt flogfar frá Egypt Air við 66 fólkum umborð er horvið av radaranum á veg úr París til Kairo í nátt.
Keldur siga nú við AP tíðindastovuna, at nú er staðfest, at flogfarið er dottið niður.
Flogfarið fleyg í 11 km hædd yvir Miðalhavinum, tá tað hvarv av radaranum. Tað hevði tá verið á flogi í einar 40 minuttir og var hálvanannan tíma frá Kairo.
Sambært Reuters var samband við flogfarið bara tíggju minuttir, áðrenn tað hvarv av radaraskíggjanum. Ehab Mohy el-Deen, flogferðslustjóri í Egyptalandi, sigur við New York Times, at einki neyðarkall var at hoyra frá flogfarinum.
Tey bóðu ikki um hjálp gjøgnum radio og flogarið misti ikki hædd. Flogfarið hvarv bara, sigur hann. Sambært BBC Weather var verðið ikki ring í økinum.
Egypt Air kunnar loypandi á Twitter. Har skriva tey millum annað, at flogskiparin hevði 6.275 flogtímar, harav 2.101 við Airbus 320. Annarskiparin hevði 2.766 flogtímar. Flogfarið er frá 2003.
Millum ferðafólkini eru 15 fólk úr Frankaríki, 30 úr Egyptalandi, ein breti, ein úr Belgia, tvey úr Irak, ein úr Kuwait, Saudi Arabia, Sudan, Chad, Portugal, Algir og Kanada.