Eigarin av Borg: - Nú eru vit meira landsdekkandi

- Vit eru næstan 100 fólk í samtakinum. Góðu og loyalu starvsfólkini eru altavgerandi fyri virksemið hjá okkum, sigur Rodmundur Nielsen

 

Um dagarnar gjørdist greitt, at navnið Sandavágs Timburhandil nú fer í søguna, men tað merkir ikki, at virksemið á Giljanesi heldur uppat. 

 

Borg, sum Rodmundur Nielsen eigur og rekur, hevur keypt Sandavágs Timburhandil. Starvsfólkini halda fram, og virksemið verður rikið sum frammanundan.

 

Sandavágs Timburhandil verður partur av Borg-samtakinum og verður í framtíðini - um kappingareftirlitið góðkennir keypið - rikin undir navninum, Borg.

 

Borg er heildarveitari innan byggivinnuna og eigur og rekur Borg á Glyvrum, sum læt upp í stórum og nýggjum hølum fyri sløkum ári síðan.

 

Samtakið eigur eisini timburhandilin í Klaksvík, sum áður var Klaksvíkar Timburhandil, og fyri nøkrum árum síðan keypti samtakið eisini Havnar Timburhandil.

 

Soleiðis hevur Borg-samtakið nú handlar bæði í Klaksvík, Glyvrum, Havn og á Giljanesi.

 

Rodmundur Nielsen sigur, at við keypinum av Sandavágs Timburhandli veksur marknaðarparturin, og samtakið verður enn meira landsdekkandi enn áður - ikki minst í Vágum og Norðstreymoy.

 

##med2##

 

- Við keypinum av Sandavágs Timburhandli nærkast vit nú 100 starvsfólkum, harav sløk 20 arbeiða á deildini í Vágum og nakað tað sama á deildini í Klaksvík.

 

Rodmundur Nielsen sigur, at eini 25 fólk eru knýtt at deildini í Havn, og síðan eru hini á Glyvrum, har Borg læt upp í nýggum og stórum bygningi hin 31. mai í fjør.

 

- Vit hava ógvuliga góð, dugnalig og loyal starvsfólk, harav fleiri hava verið í fyritøkuni í mong ár. Starvsfólkini eru altavgerandi fyri virksemið hjá okkum, sigur eigarin.

 

Rodmundur Nielsen sigur, at nýggju starvsfólkini, sum samtakið fær aftrat við keypinum í Vágum, eru hjartaliga vælkomin í Borg-samtakið.

 

 

 

 

 

Rodmundur Nielsen er eigari og stjóri í Borg-samtakinum