Fótbóltur
Gummiroykurin man hanga í luftini líka frá Kollafirði til Gjáar eftir dystin hjá EB/Streymi móti B36.
Ivaleyst eru fólk har á leiðini vorðin troytt av at hoyra um møgulig gummibein, nú lokalu fótbóltshetjurnar royna at taka seinastu fetini móti gullinum. Men tað slepst ikki undan hugtakinum hesaferð.
Talan var nevnliga um gummibein, so tað baskar. Eftir at hava rist fyrsta stóra skelkin av sær, spældi EB/Streymur dreymabólt í 7 minuttir, og við hálvleiksleiðslu, einum manni í yvirtali og í veruleikanum bara tørv á einum stigi, skuldi alt verið í pottinum, har sjampanjan hevur prutlað undir lokinum síðani eina ferð í juni mánaði ella so.
Tora ikki at vinna
Tað eru tveir lutir, sum hava týdning, um tú skalt vinna nakað sum helst í ítrótti.
Fyrsta fortreytin er, at tú skalt tora at vinna. Duga at kenna teg tryggan, tá tú ert á odda, og á tann hátt ikki fáa trupulleikar við at koyra sigrarnar heim.
Harnæst er tað ein ævigur sannleiki, tú skalt tora at fremja mistøk. Spenni millum tað at góðtaka eitt mista og tað, sum tú tá torir og vil í ítróttinum er proportionalt vaksandi. Við øðrum orðum: Torir tú als ikki at gera mistøk, torir tú heldur ikki at spæla.
Og fyrst og fremst var tað hetta, sum rakti EB/Streym frá byrjan sunnudagin. Hóast teir vóru ónøgdir um hornasparksdómin, sum førdi til fyrsta málið, so var tað eitt málverjamistak, sum gav Inga Højsted møguleikan. Og hóast Egil á Bø vildi hava fríspark undan næsta B36-málinum, so kundi hann forðað fyri hesum við eitt sindur meira avgjørdum verjuspælið.
Gyltir minuttir
Sjey fantastiskir minuttir koppaðu tó øllum á høvdið.
Upptaktin var kanska nakað ivasom, tí nógv kring vøllin mettu Arnbjørn T. Hansen vera rangstaddan, tá hann varð spældur leysur. Men tá Odmar Færø skræddi hann niður í skotroyndini, hevði dómarin bara eitt val. Nevnliga brotsspark og reytt kort.
Brotssparkið sendi Bárður Olsen í netið, og áðrenn B36 hevði umskipað seg, var EB/Streymur aftur á gullkósini. Høgni Zachariassen kanónstútaði til 2-2, og Hans Pauli Samuelsen sendi eina perlu undan vindinum og undir tvørtræið til 3-2.
Og hóast álopsspælið ikki var heilt so spruttandi fram til steðgin, so var nú eingin ivi kring vøllin. Við einum manni í yvirtali móti einum B36-liði, sum – sæð burtur frá hesi ferðini – ikki hevur skorað meira enn tað eina málið á útivølli, kundi ikki ganga galið!
Gekk galið
Men tað kundi tað nú kortini.
Einki skal takast frá B36, tí talan var um framúr endurreisn frá teira síðu. Hóast ein mann í undirtali, so royndu teir støðugt at trýsta EB/Streym langt uppi á vøllinum. Igni Højsted og Jákup á Borg arbeiddu ein ávísan likamspart úr buksunum, og Dmitrij Jankovic, sum annars hevði vanliga útgangsstøðið sum verjuskipari, var her, har og allastaðni. Hægstur við høvdinum, um EB/Streymur flutti bóltin fram, og altíð klárur at hótta í álopspartinum.
Men líka so fantastiskt sum B36 var. Eins ússaligt var avrikið hjá heimamonnunum eftir steðgin.
Tí teir tordu ikki at vinna. Gjøgnum seinastu trý korterini vóru spælararnir fullkomuliga steinrunnir. Tað var so eiðasørt, at nakrar sum helst flytingar vóru uttan bólt, og tí kundi B36 við bara 10 monnum leggja trýstið høgt uppi.
Ferð eftir ferð bakkaði verjan undan hvítu áleyparunu, og í tveimum førum mátti René Tórgarð stórbjargað, tá eingin hevði hug at tackla menn, sum løgdu an til skot.
Tað kundi næstan bara ganga galið, og tað gjørdi tað eisini. Fyrst hálvsvav Leif Niclasen, so Jákup á Borg kundi taka bóltin av honum, og tá eingin kom ímóti, smekkaði Jákup bóltin inn um stólparótina. Dmitrij kundi krýna sín góða dag, tá hann beindi frísparksinnlegg til 4-3, og tá Sam Malson tók av innbjóðingini frá Leif Niclasen um at renna kapp, stóð 5-3 á talvuni.
Tvær patrónir eftir
Eitt er, at EB/Streymur ikki megnaði at spæla sær gullið heim á heimavølli. Í so máta er tað tað, sum tað er. Og hóast keðiligt, so nýtist tað ikki at vera nøkur vanlukka at tapa móti einum av kappingarneytunum í oddinum.
Men meira enn nakað var tað sjálvt avrikið, sum fekk køldu norðanættina at kennast enn kaldari við Margáir. Tí hóast Hanus Eliasen kundi minka um munin móti endanum, so megnaðu vertirnir ongan tíð at leggja nakað veruligt trýst á B36-verjuna seinastu løtuna.
Snøgt sagt, so skulu høvdini hjá spælarunum skrúvast heilt øðrvísni á herðarnar, um nakað stig skal vinnast afturat hetta kappingarárið. At spælararnir duga væl at spæla bólt, er eingin sum helst ivi um. Og kunnu teir prógva hetta næstu ferð, so er eingin ivi um, at gullið verður spælt heim, tá Skála býður sínum heimaáskoðarum farvæl til Formula-deildina.
Men skal metast eftir seinna hálvleiki sunnudagin, so er eitt tap fult so sannlíkt. Og tí var tað kanska ikki heilt burturvið, tá onkur av áskoðarunum eftir dystin í gjár helt fyri, at tey heldur máttu fara til Havnar at heppa B36 um tvær vikur. Tí vánaligi málmunurin hjá árstalsfelagnum ger, at teir neyvan kunnu roknast sum veruligir avbjóðarar til gullið.
Tá tað er sagt, so skerst tó ikki burtur, at EB/Streymur framvegis er í førarasetrinum.
Enn skulu teir bara hava eittans stig fyri at vissa sær gullið, FM-steypið og greipuna. Men skotini, sum eru eftir í byrsuni, eru nú um at fækkast. Og tað er altso munandi lættari at raka rætt fyrstu ferð, tá tú hevur fýra patrónir í eini pump-gun, enn tá tú bert stendur við eini dublett, og bjørnin er við at koma heilt nær!