Miðskeiðis í næsta mánað verður íslendska flutningsfelagið Eimskip skrásett á virðisbrævamarknaðinum í Reykjavík. Tað sigur forstjórin í felagnum, Gylfi Sigfússon (myndin), við Morgunblaðið.
Eimskip er 98 ára gamalt altjóða felag, og forstjórin heldur, at tað er ein styrki fyri tann íslendska virðisbrævamarknaðin og ein fyrimunur fyri hini feløgini, sum eru skrásett har, at Eimskip kemur teirra millum.
Morgunblaðið skrivar, at ætlanin er at bjóða 25 prosent av felagnum til sølu á marknaðinum. Í summar keypti ein tryggingargrunnur 14 prosent av Eimskip, og eftir tí prísinum er virðið á felagnum góðar 40 milliardir íslendskar krónur.