Ein bilførari tikin við kenning í nátt

Í nátt hevur løgreglan havt nógv at gera, men talan hevur í høvuðsheitum verið um smáttarí. Tey hava hjálpt nøkrum fullum fólkum, ikki kláraðu seg sjálvi, og ein maður er skuldsettur fyri at bróta politiviðtøkurnar, tí hann gjørdi um seg í býnum, men hann gjørdi ikki nøkrum nakað serligt kortini.

 

Í nátt hevur løgreglan eisini kannað ferðsluna, og ein bilførari varð tikin fyri at koyra við kenning í Havn. Blóðroynd varð tikin av honum, og so varð hann koyrdur til hús, Hinvegin tók løgreglan lyklarnar til bilin, soleiðis sum vanligt er, og so fær hann teir aftur, tá ið hann er edrúur.