Ein blandaður hópur við royndum og óroyndum leikarum (FM1)

(OYL á FM1) Hoyr samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Erik E. Thomsen, formann í badmintonsambandinum

##med2##

Vit hava eitt blandaðan hóp av royndum og óroyndum leikarum, so spennandi verður, hvussu vit fara at klára okkum. Hetta sigur formaðurin í Badmintonsambandinum, Erik Engelbrecht Thomsen.

Erik Engelbrecht Thomsen hevur vónir um, at føroysku badminton-leikararnir kunnu røkka heiðursmerkja-endastøðum, bæði í liðkappingini og í einstaklingakappingini.

10 leikarar eru í hópinum, ið landsliðsvenjararnir, Sune Gavnholt og Aritra Nandy hava úttikið:

Kvinnur: Rannvá Djurhuus Carlsson, HBF/Lyngby, Gunnva Jacobsen, HBF, Sissal Thomsen, HBF, Lena Maria Joensen, KBF og Adhya Nandi, HBF

Menn: Niclas H. Eysturoy, HBF, Magnus Dal-Christiansen, HBF, Bartal Poulsen, MBF/Viby J, Árant á Mýrini, MBF og Jónas Djurhuus, HBF.

Omanfyri ber til at hoyra samrøðuna Sjúrður H. Hoydal gjørdi við Erik Engelbrecht Thomsen í SMS farna leygardag.

 

(Samrøða við Erik Engelbrecht Thomsen)