Fleiri av teimum særddu hava lívshættisligar skaðar, upplýsir løgreglan í Berlin sambært Reuters.
Hendingin fór fram stutt undan klokkan 22 við gongubreytina Ahornsteig í Tiergarten-parkini.
Løgreglan hevur funnið bilin, sum verður hildin at hava verið brúktur í álopinum. Sambært týska miðlinum Bild rendi hvíti vørubilurin á eitt træ, áðrenn tann ella tey, sum vóru í bilinum, rýmdu.
Løgreglan leitar eftir einum ella fleiri mistonktum. Enn er einki upplýst um motivið.
Eygnavitni hava sambært Bild eisini sagt, at tey sóu fólk liggja á jørðini við stungusárum. Løgreglan hevur tó ikki váttað hesar upplýsingar.
Stórt tal av sjúkrabilum og bjargingarfólki vóru send til økið, har tey veittu teimum særddu hjálp.
Eftir hendingina boðaðu fyriskipararnir av Christopher Street Day, sum er navnið á stóru Pride-hátíðini í Berlin, frá, at tiltakið varð avlýst. Fólk vórðu samstundis biðin um at fara úr økinum.
Sambært AFP høvdu hundraðtúsundtals fólk luttikið í skrúðgonguni fyrr um dagin.
Borgarstjórin í Berlin, Kai Wegner, kallar hendingina eitt álop á frælsa og opna samfelagið.
– Berlin er frælsisbýur og í dag er okkara frælsi álopið á ræðuligasta hátt, skrivar hann á X.
Týski samveldiskanslarin, Friedrich Merz, sigur, at myndugleikarnir fara at gera alt fyri at fáa greiðu á hendingini og draga tey seku til svars.
##med2##












