Áki D. Samuelsen spældi allan dystin, meðan Martin Agnarsson var ikki við í hópinum, tá Mjällby í dyst á útivølli í bestu svensku fótbóltsdeildini leikti móti Kalmar FF.
Dysturin á Guldfågeln Arena í Kalmar endaði við 2-1 sigri til heimaliðið.
Mjällby fekk annars eina dreymabyrjan longu í triðja minutti av dystinum, tá Elliot Stroud við góðum skoti úr 18 metrum legði útiliðið á odda 1-0.
Men 14 minuttir seinni javnaði Kalmar, og miðskeiðis í seinna hálvleiki skoraðu teir sigursmálið.
Mjällby er nummar 10 í deildini við 17 stigum.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá dystinum Kalmar FF-Mjällby 2-1 (1-1):
##med2##











