USA boðaði frá, at tað hevur lopið á eitt skip í altjóða sjógvi, sum USA segði var við í rúsevnahandili.
Tað stendur sambært einum uppslagi á sosiala miðlinum X, sum Suðurleiðslan hjá amerikanska herinum, Southcom, deildi týsnáttina okkara tíð.
Ein maður doyði í álopinum, skrivar skipanin, sum fevnir um Suður- og Miðamerika umframt Karibia.
Eingin amerikanskur hermaður fekk skaða í álopinum.
– Fregnartænastan hevur staðfest, at skipið gekk eftir leiðum, sum eru kendar fyri rúsevnahandil í eystara parti av Kyrrahavinum og var við í rúsevnasmugling.
Verjumálaráðharrin, Pete Hegseth, hevur givið boð um álopið, stendur víðari.
Við uppslagnum frá Southcom er eitt stutt video, sum eftir øllum at døma vísir álopið.
Her sæst fyrst ein harðlig og brádlig brúsan í sjónum nakrar metrar til vinstru fyri skipið. Myndatólsættin broytist síðani eitt sindur, áðrenn eldur kemur í aftar part av skipinum.
Nøkur sekund seinni hendir enn eitt harðligt rykk í sjónum rundan um bátin, sum síðan er gyrdur av eldhavi.
Tað er ikki greitt, júst hvar álopið varð framt.
Tjóðskapurin hjá tí dripna er heldur ikki upplýstur, og tað er heldur ikki greitt, hvørjum flaggi skipið sigldi undir.
Síðani september hevur USA sprongt í luftina yvir 20 skip í Kyrrahavinum og Karibiska havinum nærhendis Venesuela sum liður í einum hernaðarligum átaki.
Sambært USA er talan um eitt átak móti ólógliga rúsevnahandilinum í økinum.
Sambært Reuters hava fleiri enn 100 fólk latið lív í álopunum.
USA hevur ikki enn lagt fram prógv fyri, at talan er um sonevndar narkobátar.
Trump og stjórn hansara hava roynt at verja lógligheitina av álopunum, sum løgfrøðingar siga eru ímóti lógini.
/Ritzau/
##med2##












