Hvar verða jólini hildin í ár?
- Í ár gongur leiðin til Marokko at verða á jólum og nýggjárinum, har vit bæði skulu uppliva stórbýarlív í Marrakech, ganga í fjøllunum, sova í oyðimørkini og verða við sjóvarmálan.
Tað sigur Gunn Hernes.
Hon vísir á, at hetta verða eini øðrvísi jól – full av upplivingum og nýggjum íblástri.
Hvat verður etið um jólini?
- Í ár verður tað góður og litríkur marokanskur matur.
Hon sigur, at seinastu árini hava tey roynt bæði norsku siðvenjuna við pinnakjøti og føroysku siðvenjuna við røstum.
Hevur tú eitt jólagávuynski?
- Eg elski at fáa upplivingar saman við øðrum, stórar sum smáar.
Hvønn týdning hava jólini fyri teg?
- Jólini eru tíðin, tá vit taka okkum av løttum, hugsa um tíðina, og har vit brúka tíð saman við familju og vinum og vónandi fáa langar og avslappandi dagar saman, sigur Gunn Hernes.










