Tað skrivar grønlendski landsstýrisformaðurin í eini jólaheilsan á Facebook í morgun.
– Við slíkum orðum er land okkara reduserað til ein spurning um trygd og vald. Soleiðis síggja vit okkum sjálvi ikki, og soleiðis kunnu ella skulu vit í Grønlandi ikki umtalast, skrivar hann.
– Vit eru eitt fólk við langari søgu, sterkari mentan og einum livandi fólkaræði. Vit eru eitt land við ábyrgd av egnum øki og av okkara egnu framtíð. Okkara økisrættur og okkara sjálvsavgerðarrættur eru rótfest í altjóðarætti og kunnu ikki bara verða ignorerað.
– Tí eri eg eisini takksamur, skrivar Jens-Frederik Nielsen.
– Takk heima fyri tann greiða stuðul og samanhald, sum hevur verið víst. Tann ró og virðing, sum tú hevur møtt støðuni við, sendir eitt greitt tekin um eitt fólk, sum stendur fast við síni virði og sína ábyrgd, skrivar grønlendski landsstýrisformaðurin.
– Eisini fari eg at takka stjórnarleiðarum og samstarvsfeløgum kring heimin, sum greitt og beinleiðis hava víst sína virðing fyri Grønlandi, fyri okkara fólkaræðisligu stovnum og fyri grundleggjandi meginreglunum í altjóðarættinum. Hesin stuðul staðfestir, at vit her heima ikki standa einsamøll, sigur Jens-Frederik Nielsen, sum endar við at siga:
– Grønland er okkara land. Okkara avgerðir eru tiknar her. Og eg fari altíð at stríðast fyri okkara frælsi og okkara rætti at avgera og mynda okkara framtíð.
– Fyribils vóni eg, at jólafriðurin kann koma niður yvir okkum øll. Eini sera gleðilig jól










