Hetta fyrsta vikuskiftið í tí nýggja árinum hevur verið stak friðarligt, sigur løgreglan. Tey siga, at lítið avfólki hevur verið í býnum og tey, sum hava verið í býnum, hava ikki gjørt nógv um seg. Kortini vóru tað tvey fólk, sum ikki dugdu sær hógv, og tað verður ein dýr søga hjá teimum, tí tey fáa 3.000 krónur í bót í part. Tað er ein bót fólk fáa fyri beinleiðis illstøður, ella bardaga, á almennum støðum.
Annars kannaði løgreglan eisini skeinkistøðini kring um fyri at vita um alt var eftir forskriftunum, og heldur ikki har var nakað at finnast at.