Hotel Tórshavn, nú Sjúklingahotellið Tórshavn, fylti 1. mai í ár 25 ár. Tað var í 1976, at hotellið lat upp í Gothersgade í Keypmannahavn.
Nakað er sagt og skrivað í vikuni, í samband við føðingardagin, so ikki er neyðugt at tríva í aftur alt.
Men í heyst vitjaði Sosialurin við myndatóli inni á gólvinum í nýggju hølunum hjá Sjúklingahotellinum Tórshavn, ið nú húsast í Tåsingegade 29 á Eysturbrúgv. Tað hava tey gjørt, síðani 22. januar í fjør. Og umstøðurnar eru munandi batnaðar, í mun til hølini í Gothersgade við sjógvarnar.
Jonny Joensen var leiðari á hotellinum í mong ár. Nakað undan flytingini í nýggju hølini, tók Ina Frisdahl, sjúkrasystir, við sum leiðari.
Húsini í Tåsingegade eru stór, og tó hotellið ikki leigar allan bygningin, so er nógv pláss.
Komin inn í forhøllina er bert at fara inn í eina stóra og rúmliga lyft, so er ein brátt komin á pláss.
Spenningurin var stórur at síggja nýggju hølini og blíðskapurin var stórur, tá ørindini vórðu borin fram.
Ina Frisdahl, tók ímóti og brátt var leyst og liðugt. Blaðmaðurin við myndatólið og bandupptakara varð vístur kring hotellið og við hollari frágreiðing.
Føroyingar og eplir
Síðani flytingina í nýggju hølini, eru umstøðurnar betri, og plássið er munandi betri. Væl fleiri kømør eru, størri køkur er og sum heild er betri rásarúm.
Ina Frisdahl greiðir frá, at sosialráðgevarar, vegleiðingin í Føroyahúsinum, eru knýttir at hotellinum. Hetta er heppið, tí fólk kunnu vera sjúk í longri tí. Í mánaðar og ár. Og tá er gott at fáa køna hjálp, tá hugsanirnar snúgva seg um børn, pengar og annað. Sjúkrasystrar eru alt samdøgrið á hotellinum.
Á rundferðini í nýggju og snotiligu hølunum, koma vit framvið einum hølum, har tilber at stytta sær stundir. Leikur og teldur eru til taks, eins og fótbóltsmynd við nøvnaáskrift hongur á vegginum. Hesa hevur Tódi Jósson latið.
? Foreldur at dreingi, ið doyði av ferðsluvanlukku, lótu 47.000 krónur til spælistovu, sigur Ina Frisdahl, ið síðani keypti inn leikur, innbúgv og annað til hentu hølini.
Sum heild eru hølini góð og vøkur. Bókasavn, við m.a. føroyskum bløðum, sjónvarpsrúm og góða og rúmliga matarhøllin, har eisini føroyskur matur er at fáa. Her er møguleiki at økja rúmið við skjótihurð, tá tiltøk eru. M.a. er bingo og regluliga er andakt. Bergur Jacobsen úr Samuelskirkjuni og Øssur Berghamar úr Kristnastovu skiftast aðruhvørja viku at hava andakt.
Eisini umstøðurnar til matgerð eru batnaðar og starvsfólkið fegnast um henta eplaflisaran, tí sum Ina Frisdahl tekur til, so eru føroyingar sera glaðir fyri epli!
Morgunmatur er á morgni, døgurði á middegi og á kvøldi er buffet.
Guitar og grill
Á rundferðini koma vit framvið mongum av teimum 17 starvsfólkunum, ið eru blíð og smílandi, meðan blaðmaðurin roynir at fáa alt við: hollu frágreiðingina frá leiðaranum, eins og kannað verður um bandupptakarin er frá og myndatólið verður eisini dúgliga nýtt.
Vit koma framvið onkrum smærri rúmum. Okkurt teirra er sonevnt gasskamar ? roykirúm. Eitt teirra er starvsfólkarúm, t.v.s., at tað verður nýtt til fundir og annað, men her er heldur trongligt, tá øll 17 eru inni.
Vit síggja út í garðin, ið eisini er parkeringsøki. Her er garður við spæliplássi, grønum blettum og eisini eru beinkir, so ein kann hvíla.
Ina Frisdahl greiðir frá, at á summri hava tey havt grillveitslu í garðinum, har var guitarleikur og sanghefti vóru gjørd, so hon vónar ikki, at ætlanirnar um íbúðarbygging á staðnum gerast veruleiki, tí vónandi kann slíkur hugni endurtakast.
Kømørini eru góð, prýdd við litríkum plakatum. Wc er á kømørunum, eins og til ber at matgera. Telefon er eisini, men ringjast kann bert inn og tað er eisini hent. Orsøkin til, at ringjast ikki kann út, er telefonrokningin, ið nógv hóvasták kann vera av og dýrt er eisini.
Fleiri og fleiri til Danmarkar
Hotellið er serstakur stovnur á fíggjarlógini. Nakað av peningi kemur inn frá avvarðandi, ið búgva, men ikki stórar upphæddir.
? Fleiri og fleiri koma til viðgerðar í Danmark. Eisini var tað so áður, at sjúklingar vóru innlagdir í longri tíðarskeið á Ríkissjúkrahúsinum, men nú er hetta oftast í styttri tíð. T.d. kundi ein liggja vikur eftir hjartaoperatión fyrr, men nú sleppur sjúklingurin heim 5. dagin, sigur Ina Frisdahl, ið leggur afturat, at hotellið er ein útreiðsla og bert húsaleigan er økt, eins og starvsfólkatalið er økt, men arbeitt verður áhaldandi við at menna virksemið.
Tá blaðið vitjaði, vóru sengur júst keyptar.
? Ikki er hetta luksus, men her er gott og deiligt, sigur Ina og vit geva henni rætt.
Føroyski bletturin í Keypmannahavn, Sjúklingahotellið Tórshavn, er kanska ikki bert góð minnir hjá øllum, men hetta kann nú ikki lastast hølisumstøðum ella starvsfólkum, ið støðugt taka ímóti fleiri og fleiri vitjandi.
Eftir ein góðan kaffimun og hugnaligt prát, siga vit fyrikomandi fyristøðukvinnuni farvæl og takka fyri, og leita niður aftur á gøtuna, har ein matvøruhandil er í niðastu hæddini í bygninginum, so ikki nýtist gestum á hotellinum at fara langa leið, vantar okkurt smávegis, so sum okkurt søtt undir tonnina.
Arbeitt verður við at skriva søguna um Sjúklingahotellið Tórshavn og arbeiðið verður væntandi liðugt 1. oktober í ár.