Millum Fjarða í Eysturoy varð ein bilførari máldur at koyra 113 km um tíman. Tað varð rundað niður til til 109, sum merkir, at bilførarin fekk eitt klipp í koyrikortið.
Á Søldarfjarðavegnum varð ein bilførari máldur til at koyra 77 km um tíman í bygdum øki. Tað gav honum eisini eitt klipp í koyrikortið.
Løgreglan gjørdi eisini ferðmátingar á Velbastaðvegnum á strekkinum frá Ringvegnum og út ímóti Norðastahorni. Og tað er eitt lumpisligt vegastrekki, tí talan er um landsveg, har ferðin vanliga er 80 km um tíman. Men á hesum vegastrekkið er ferðin lækkað niður í 60 km um tíman. Og tá so er, so er revsingin harðari fyri at koyra ov skjótt. Tí koyrir tú 20 km um tíman ov skjótt, so verður tað ein treytað frádøming.
Og hesa felluna kom ein bilførari í, tí hann varð máldur at koyra 87 km um tíman, og tað gav honum eina treytaða frádøming av koyrikortinum.










