Dagfinn Olsen
Og júst tað at geva listagávunum fríar teymar, er tað, sum eyðkennir Føroya Fólkaháskúla. Tí her er einki krav til at tú dugir at mála, tekna ella spæla sjónleik frammanundan. Bara tú hevur hug at finna títt innara listafólk fram.
– Her kann man koma, akkurát sum man er, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas, stjóri á Føroya Fólkaháskúla. Vit trúgva uppá, at øll hava eitt listafólk í búkinum, sigur skúlastjórin.
Frírúm
– Okkara endamál er at geva teimum ungu eitt frírúm at finna og menna aðrar síður av sær sjálvum, sigur Hedvig.
Næmingar sleppa at hugsavna seg við mynd- og leiklist, skriva við vegleiðing frá høvundum og møguleiki er at gera film. Atgongd er til bæði atelier og venjingarhøli, so umstøðunum bagir einki.
Tríggjar høvuðsgreinar eru á Háskúlanum : myndlist, framførslulist og mentan og umhvørvi. Undirvísingin fer fram á fakliga høgum stigi, og lærararnir eru virkin og faklærd listafólk, umframt at viðurkend listafólk aðrastaðni frá eisini halda ymisk skeið.
##med2##
Eisini verða útferðir gjørdar kring landið, har vitjað verður á virkjum og stovnum, og eisini uppliva og kanna næmingar føroysku náttúruna. Endamálsorðingin hjá Føroya Fólkaháskúla er at menna føroyskt mál og mentan, og seinastu árini hava fleiri altjóða næmingar luttikið á skeiðinum. Tá verður hugt at mentanarmunir, føroysku næmingarnar fáa eitt vindeyga út í verðina, meðan altjóða næmingar læra um okkum.
Vinaløg
Føroya Fólkaháskúli er ikki ein stórur skúli, og hetta ger, at ein verður sæddur, hoyrdur og hevur ávirkan.
Tað er ymiskt, hvat fólk ætla við einum háskúlaskeiði. Fyri nøkur er hetta ein liður í tí at flyta heimanífrá, meðan onnur nýta eitt hálvt ár til at búnast og finna útav, hvat tey ætla sær.
Næmingarnir broytast og búnast, og einki trýst er á næmingunum um at klára royndir, og einum tørvar ikki at prestera.
##med3##
– Vit blíva púrasta paff av at síggja munin á teimum ungu, tá tey koma, og tá tey fara. Tey eru bæði glaðari og nógv meira búgvin, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
Á einum háskúla knýtir ein ofta vinarbond, ið halda alt lívið. Og ein fær eina barlast, ið ein førir við sær víðari í lívinum.
– Eitt háskúlaskeið ger okkurt við fólk. Okkurt gott, sigur Hedvig Westerlund-Kapnas.
Greinin stóð í Lestrarblaðnum, Sosialurin 23. februar 2024