Í 2011 byrjaði Anne Mette Greve Klemensen í starvi sum sóknaprestur í Fuglafjarðar prestgjaldi. Hon er uppvaksin í Rødding í Suðurjútlandi, men flutti til Føroya fyri at byrja sína yrkisleið sum prestur. Nú skrivar hon sínar prædikur í Fuglafirði á føroyskum.
Í sambandi við, at Anne Mette Greve Klemensen skal prædika á ólavsøku, spurdu vit hana, hvønn leiklut prædikan hevur í dagsins samfelagi. Millum annað svarar Anne Mette, at prædikan kann gera torskild evni væl atkomilig fyri fólk.
- Ein góð prædika skal vera livandi og bundin at gerandislívinum. Hetta merkir í øðrum orðum, at at hon skal byggja brýr ímillum evangeliið, sum er ein gamal tekstur úr fremmandari mentan, og lívið sum vit kenna tað í dag, sigur Anne Mette.
Av tí at fólkakirkjan í dag fevnir sera breitt í mun til gudfrøðina, er neyðugt, at øll fáa møguleikan at kenna seg heima, sama hvar vit eru í tí kirkjuliga landslagnum, greiðir Anne Mette frá. Hon sigur, at prædikan tá er tað, sum bindur okkum øll saman, tí hon ger høvuðsboðskapin skilligan fyri øll.
Øll eru vælkomin
Prædikurnar hjá Anne Mette plaga ikki at innihalda ein politiskan boðskap. Men fyri tað dugir hon væl at ímynda sær støður, har ein politiskur boðskapur kundi verið upplagdur at havt við. At vera partapolitisk hevur Anne Mette tó ongar ætlanir um.
Hon sigur, at ólavsøkuprædikan í ár ikki verður ognað nøkrum ávísum samfelagsbólki. Hinvegin vónar Anne Mette, at øll kenna seg vælkomnan at lýða á - bæði í kirkjuni ella við hús.
- Øll eru vælkomin í Guds hús. Og hóast Havnar kirkja ikki er so stór, røkka vit lukkutíð fólki við útvarpi, sjónvarpi og á internetinum, bæði nær og fjar, sigur Anne Mette.