Ein góður leiðari

Summarlega: - Mær hevur altíð dámað sera væl at koma higar á Zarepta, sigur unga klaksvíksdaman, Svanna Heradóttir Hammer. Hon er farin um aldursmarkið fyri summarlegurnar, men kann hinvegin síggja fram til í heyst, tá ein lega verður fyri hennara aldursbólk, nevniliga 18+. - Tað gleði eg meg til, sigur hon.

Klokkan er fimtan minuttir yvir 11 hósdagin. Úr stóra salinum í erva hoyrist góður andaligur sangur, nú børnini eru savnað saman til dagsins næsta bíbliutíma.

Tað eru kortini ikki øll sum eru í salinum hesa løtuna. Í turrveðrinum hesa løtuna eru nøkur ungfólk farin út um at stytta sær stundir eina løtu.

Millum hesi er Svanna Heradóttir Hammer, sum er ein av mongum leiðarum ið krevjast til eina slíka legu.

Eftir morgunmat, andakt, rudding, dagsins fyrsta bíbliutíma og eina fríløtu, fáa leiðararnir eisini sína fríløtu.

- Vit byrja onkran morgun kl. 7 og onkran kl. 8. Og so arbeiða vit eisini onkutíð til kl. 11 um kvøldið, greiðir hon frá. - Men tað er eisini gott at kunna slappa av viðhvørt.

Næst á skránni er døgurðin um slakar 40 minuttir. Her hevur Svanna uttan iva sína uppgávu at loysa.

Um ikki annað, so er helst altíð tørvur á góðum uppvaskarum.


Sjálvboðin

Hetta er langt frá fyrstu ferð, at 18 ára gamla Svanna úr Klaksvík er á legu her á Zarepta.

Sum barn hevur hon mangar ferðir luttikið á teimum fjølbroyttu tiltøkunum, sum hetta leguhúsið bjóðar børnum, ungum og vaksnum.

- Eg havi nógv góð minnir her úr Zarepta. Fleiri bíbliutímar minnist eg enn sera væl, og tað er altíð gott at hoyra okkurt gott, og okkurt sum haraftrat er viðkomandi fyri okkum ungu, sigur Svanna, sum eisini gongur á ungdómsmøti í Klaksvík.

- Man hoyrir altíð okkurt nýtt á bíbliutímunum her, leggur hon aftrat.

Nú hevur aldursmarkið á ein hátt rokkið henni, soleiðis at Svanna í roynd og veru er ov gomul til at luttaka á vanligu summarlegunum.

Men hvat ger man so, tá ein elskar legulívið, men er ov gomul til sjálv at luttaka á eini legu? Jú, so meldar ein seg bara sum sjálvbodnan leiðara.

Og tað var júst tað sum Svanna Heradóttir Hammer gjørdi. Hon er nú ein av mongum leiðarum á hesi leguni fyri tey 15-16 ára gomlu.

- Ja, eg geri faktist alt: Eri í køkinum, serveri matin og mangt annað. Hetta lívið dámar mær sera væl, sigur hon brosandi.


Samanhald

Hóast ein er leiðari, fær ein kortini møguleika at luttaka við fleiri av tiltøkunum á eini legu. Og leiðararnir hava sum longu nevnt eisini sínar fríløtur.

Soleiðis fangaðu við Svannu, saman við øðrum ungum leiðarum, eina løtu ið tey vóru farin oman á spæliplássið at hugna sær við hoppipútuni og reiggjunum.

Fyri Svannu er tað nakað serstakt við at koma allan henda vegin úr Klaksvík til Vatnsoyrar.

- Tað er sera stuttligt at vera saman við øðrum ungum. Eg havi jú summarferiu, og tí er tað fínt at koma til Vatnsoyrar, her man ikki er vanliga.




Dagsskrá hósdag 1. juli 2010


8:00 Veking

8:25 Merkið á stong

8:30 Morgunmatur

9:00 Andakt

10:00 Bíbliutími

10:45 Fríløta

11:15 Bíbliutími

12:00 Døgurði

13:00 Frí - ítróttur, kiosk o.a.

15:00 Drekka (sjálvtøka)

17:30 Nátturði

21:00 Kvøldseta

22:00 Drekka

23:00 Andakt



3000

karrybollar

Millum leiðararnir á leguni eru nakrir við sera kreativum gávum. Teir hava ikki gjørt mætari enn at geva út eitt blað, hvønn dag ið legan varir.

Blaðið ber heitið “Gularótin”, og her verður ymiskt tikið fram frá leguni.

Í Gularótini nr. 3 frá 30. juni loyva vit okkum at sitera úr klummuni. Her verður sagt soleiðis:

“Vit hava tosað við starvsfólk í køkinum fyri at vita, hvat nýtslan av ymiskum er hesa vikuna.

Frá køkinum siga tey, at henda legan nýtir 1000 bollar fyri hvønn drekkamunn á kvøldi, og at í gjár ótu vit øll 3000 karrybollar.

Nevnast kann eisini, at nógv bestikk og tallerkar verður brúkt, tí vit eru 350 fólk í húsi og vit hava 4 máltíðir um dagin. Rokna tú so sjálvur út, hvussu nógv bestikk skal brúkast og vaskast um dagin”.