Ein góður og gløggur vinur farin

- til minnis um toftamannin Heðin Højgaard (1947-2011)

Góði Heðin undir Nesinum, sum vit øll róptu teg! Í hesum døgum er eitt ár síðani, tú segði okkara fold farvæl. Eg havi altíð ætlað mær at skriva nøkur orð um teg, tí tú var ein serligur persónur. Havi tilvitað latið tíðina ganga fyri at venja meg við, at tú ikki longur ert okkara millum og tískil betri kunna hugsa og finna røttu orðini at lýsa teg.
Tú ert mikið saknaður av tíni familju og okkum øðrum, sum stóðu tær nær. Løgið at koma til Keypmannahavnar og ikki kunna fara inn á gólvið hjá tær í Skodsborggade á Nørrebro, har tað var so hugnaligt at koma á gátt, og har sum vit hava havt so nógvar góðar og ríkar løtur. Somuleiðis á Lyngbyvej hjá mær og míni familju, tey árini vit búðu í Danmark, í kolonihava okkara, eins og í Føroyum áðrenn ta tíðina, ella í ferium heima.
Tú vart avgjørt ikki sum fólk flest, og tað meini eg positivt. Tú hevði eitt stórt hjarta, var ein sera góður eygleiðari og góður við tey, sum vóru uttan um teg, har fyrst og fremst systkin og børn teirra stóðu ógvuliga frammalaga í huga tínum. Sjálvt um tær sjálvum ikki untist at fáa børn, so hevði tú so avbera góð evni at seta teg inn í barnaheimin, at samskifta við tey, eygleiða og síggja tað stuttliga í tí, sum tey søgdu ella tókust við. Og at ímynda tær, hvussu heimurin sá út ígjøgnum barnsins eygu. Eisini hetta galt míni egnu børn, sum tú dugdi og tímdi so væl at práta við og tey við teg.
Eg kom at kenna teg frá ungum árum av á Toftum, har fótbólturin og barna- og undómslívið í stóran mun bant nógvar av okkum dreingjum saman, og har tú plagdi at vera venjari. Tú var nakað væl eldri enn vit, men dugdi so væl við okkum ungu og hevði eitt sera væl ment skemtilyndi. Væl dámdi tær at hava skálkin við tí, sum fór fram kring teg, men ikki á nakran hátt, sum stakk djúpri enn bara í sambandi við at eygleiða stuttligar støður, ið stóðust av ymsum í tí dagliga ella á arbeiðsplássinum.
Fast tók tað tær og familjuni, tá fyrst elsti beiggi tykkara, Elias, í 1979 doyði av vanlukku, og síðani pápi tykkara bert góðar tvær vikur seinni andaðist av sjúku. Langt frammanundan hesum upplivdi tú sum barn, at ein lítil systir tykkara doyði sum pinkubarn. Ringast var tað helst, tá Harry, ið bert var eitt ár eldri enn tú, og sum tú var so tætt knýttur at, var saknaður og seinni funnin deyður í Leirvík á veg aftur úr Klaksvík. Hetta var í 1987, og Harry var í bestu árum tá. Eg haldi ikki, at tú nakrantíð kom yvir tann missin.
Fyrstu árini eg minnist teg, arbeiddi tú á Nyki, har vit ungu plagdu at fáa lut í fiskaarbeiði eftir skúlatíð. Seinni var tað í Føroya Banka, sum hann tá kallaðist, har tú hevði verið nøkur ár, tá eg sjálvur kom í bankalæru. Eitt arbeiðspláss, sum tær dámdi ómetaliga væl tey tólv árini, áðrenn tú flutti til Danmarkar. Hetta var ein tíð, sum tú plagdi at taka til var tín besta í lívi tínum. Har fingu vit bæði góðar arbeiðsfelagar og vinfólk fyri lívið.
Tú komst úr einum heimi, har húskið var stórt – mamma tín føddi 12 børn – og hóast korini vóru smá í uppvøkstrinum, var samanhaldið millum tykkum systkin og foreldur fyrimyndarliga gott. Serliga var tað mamma tín, tey yngru systkini – Jack, Harry, Hervør, Sólvør og Eydna; men eisini Poula, sum var millum tey elstu – børn teirra og makar, sum tú hevði eitt sera tætt tilknýti til. Hvussu oftani havi eg ikki hoyrt teg nevna serliga Súsan, Rúna, Súnfríð, Hans Arna, Duritu og Hendrik, men eisini Jan, Helen, Jákup, Kristian, Ólavur, Noomi, Saroyu, Maluna, Bjarka og øll hini, sum tú var so góður við.
Tú tókst tær sera væl av mammu tíni, sum var sjúk í mong ár, men kortini náddi høgan aldur. Oftani kom prátið inn á hana, og hóast hon gjørdist 90 ára gomul, so tók tað tær dygt, tá hon ikki longur var tykkara millum. Meðan hon enn var á lívi, plagdi tú at vera heima bæði á sumri og á jólum, men eftir at hon fór fyri góðum sjey árum síðani, gjørdist heldur longri millum ferðirnar til Føroya og inn undir Nesið á Toftum.
Oftani hevði tú tó vitjan av serliga systrunum og teirra familjun, sum tú treivst so væl saman við. Serliga tey síðstu árini, tá livimátin ikki var av tí besta, vóru tøttu familjubondini ljósglottin í tínum lívi. Systrarnar dugdu so væl at fjálga um teg, og so hevði tú ikki minst eisini beiggja tín, Jack, eins og systirsonin og eygnasteinin, Rúna, sum báðir búgva á Keypmannhavnar-leiðini. Teir vitjaðu og hjálptu tær nógv, eftir at tú var vorðin sjúkur og eitt sindur óhjálpin.
Tað untist mær at tosa við teg í telefon bert fáar dagar, áðrenn eg fekk tungu deyðsboðini av tær. Hetta var leygarkvøldið í vikuni frammanundan, tá bróður tín fann teg lívleysan í íbúð tíni, at tú ringdi til mín. Hóast hýrurin ikki altíð var av tí besta, tí livimátin var eitt sindur svikaligur, ja, so var hann góður júst hetta kvøldið, og vit fingu eitt hugnaligt prát. Tí vardi tað meg als ikki, at hetta skuldi gerast seinastu ferð, at eg hoyrdi tína hugnaligu og skemtingarsomu rødd.
Sjálvt um tú ikki altíð var so góður við teg sjálvan, so var tú sum fáur ein lívsklókur maður. Men sum hjá so mongum øðrum, dugdi tú betri at síggja, hvussu lívið átti at livast, enn at fáa mest møguligt burtur úr sjálvur. Og nógv klók ráð og áhugaverdar áskoðanir hava bæði eg og onnur kring teg fingið frá tær upp ígjøgnum árini.
Minnist meg rætt, er tað eitt italienskt orðatak, sum sigur nøkunlunda soleiðis, at tá tú missir ein, sum stendur tær nær, so doyr ein partur av tær sjálvum. Nakað soleiðis hevði eg tað, tá ein annar vinmaður doyði – løgið nokk á sjálvum ársdegnum – árið fyri, tú fór, og soleiðis havi eg kent tað, síðani tú legði árarnar hálvan desember í fjør.
Góði Heðin! Tú ert nógv saknaður og verður seint gloymdur. Tað kundi verið nógv at lagt afturat og skrivað um teg, sum tað stóra menniskja, tú var, men tað fari eg at goyma í minninum. Takk fyri alt og hvíl í friði, góði vinur.
-----
-Kári