Ein góður vinur farin.

Jákup Dahl-Olsen er ikki longur okkara millum. Hann vil eg fegin minnast við nøkrum orðum.

Tað var í 1937 - eg var komin úr Svínoy til Vestmannar at ferðast -, at pápasystir ein kavadag legði mær til at fara út millum børnini, sum skreiddu har uttanfyri. Jú, eg slapp at sita á kelku saman við sýslumansdótrini Marjun, og tá spælið helt fram innadura, kom eisini lítlibeiggin Jákup uppí. Hann var tá júst vorðin fýra ára gamal, og eg hevði ikki fylt seks.
Tað var tó ikki so nógv, vit sóust í barnaárum; men 10 ár seinni, tá vit í 1. G høvdu tikið stig til kórsang úti á VBV, kom Jákup, sum tá gekk í 1. P, við í kórið. Hann hevði tá enn ikki fingið mansrødd og sang tí við millum genturnar í alt-stemmuni.
Vit hittust aftur við ymisk unglinga- og studentahøvi, og altíð var tað tað tónleikaliga, sum dró saman. Veruligt vinarlag millum okkum báðar tók seg upp við byrjan av 60-árunum, tá vit høvdu fingið í lag aftur føroyskan kórsang í Keypmannahavn. Við sínari sjarmu og sínum tónlistarliga eldhuga bleiv Jákup eitt savnandi álit í hesum felagslívi.
Jákup og Randi settu um hetta mundið búgv úti í Strandgade. Sjálvur búði eg ikki so langt haðani, og hugnaligt er tað at minnast eg aftur á, hvussu eg altíð var vælkomin á gátt hjá teimum.
Tá ið Jákup við húski var fluttur heimaftur til Føroya at búgva í 1970, var tað so sjálvandi, at hann kom við inn í tað kórarbeiði, sum við byrjandi samstarvi við útvarpið tá hevði tikið seg upp í Havn. Tað var so beinanvegin, at Jákup eisini her gjørdist ein kveikjandi miðdepil.
Jákup var vinsælur maður, altíð við tí góða orðinum. Hugbráður, sum hann eisini var, kundi hann hvessa frá sær - tó ongantíð særandi, tí altíð ráddi góðlyndið aftanfyri. Kensluríkur setti Jákup meira enn nakar dám á tær stóru framførsluløturnar, tá eygu hansara lýstu av eldhuga, og teir, sum undir liðini stóðu, mangt birtandi albogaskumpið fingu:" Var hatta ikki gott? " Hoyri fyri mær hansara darrandi rødd, tá hon, eitt nú í einum ljómandi Brahms-satsi, í listarligum ovurhuga tók seg upp í hæddirnar, har honum, hóast bassur, í slíkum løtum hóvaði best. Á vertskapligum samkomum aftaná var mangan ovfarakæti á honum, har hvør tægr í hansara kroppi spældi í musikalskari og sosialari vælveru.
Vit báðir Jákup slitu ikki gáttirnar hvør hjá øðrum; men vinsemið var eyðsýnt við eitthvørt samveruhøvi. Ikki minst tá vit vóru á floti saman. Mong hugnaløtan var eitt nú úti fyri Kirkjubønesi. Væl tók í hjá honum, og hvørja ferð mundi hann hava munin; men var veðurløtan føgur, vóru altíð ráð til at draga nakað upp frá botni, lata bátin bara reka av leið og at seta okkum saman til eitt hugnaligt prát við einum góðum bita og onkrum leskiligum afturvið. Altíð hevði hann okkurt forkunnugt við sær í matarskríninum, sum var til okkum báðar.
Ikki er tað ár, síðan vit báðir seinast løgdu leiðina suður um Glyvursnes. Ikki kundi tað óra meg, at hetta skuldi verða okkara seinasta ferð á floti saman. Á konsert hjá Havnarkórið í februar kom Jákup sum áhoyrari eftir seinasta sang upp millum sangararnar, og eg skilti, at hann eins og vildi gera vart við nakað. Eftir at tað seinni var vorðið greitt, hvønn veg tað bar hjá okkara góða vini, var tað okkum í kórinum ein sorgblíð gleði, at hann framhaldandi søkti samband við okkum.
Í sorg og við samkenslu drýpa vit høvur, nú Jákup Dahl-Olsen ikki er meira, men eisini við takksemi fyri rík minnir, sum verða varandi.

Ólavur