Tað er sera gott, at samgongan fer undir eina langtíðarætlan fyri bygging á almannaøkinum. Tørvurin á búplássum hevur í mong ár verið nógv størri enn útboðið, og nógv fólk bíðað eftir einum hóskandi bústaði. At nýggj sambýli verða bygd, og at fleiri verkætlanir eru í umbúna, er tí eitt neyðugt stig.
Ein bústaður er ikki bara tak yvir høvdið, men vísandi til grein 19. í ST-rættinda sáttmálanum, snýr tað seg um at kunna velja, hvar og hvussu ein vil búgva, og at fáa tann stuðul, sum ger tað møguligt at liva eitt sjálvstøðugt lív. Langtíðarætlanin eigur tí ikki bara at verða ein byggiætlan, men ein ætlan um rættindi, sjálvræði og lívsgóðsku.
Somuleiðis er tað jaligt, at reglurnar um stuðul til bil verða dagførdar. Fyri nógv fólk, ið bera brek, er bilurin ikki ein luksusvøra, men ein fyritreyt fyri at sleppa til arbeiðis, í útbúgving, til viðgerð og at luttaka í samfelagnum. At skipanin verður meira gjøgnumskygd og lættari at umsita, er eitt framstig. Kortini eigur endamálið ikki bara at vera einfaldari umsiting, men at tryggja, at eingin verður avvístur frá virknari luttøku orsakað av ov strongum ella ótíðarhóskandi reglum.
Á psykiatriska økinum eru eisini fleiri jaligar ætlanir. Ein tíggju ára psykiatriætlan, betri samstarv millum geirar og nýggj tilboð til ung við samansettum avbjóðingum, kunnu geva ein meira samanhangandi innsats. Familjur og ung hava bíðað leingi eftir styttri bíðitíðum og skjótari hjálp. Her mugu ítøkilig úrslit síggjast.
Á útbúgvingarøkinum verður lovað, at ung við serligum tørvi skulu fáa betri møguleikar at taka eina yrkisútbúgving. Tað er ein týdningarmikil raðfesting. Ov nógv ung, ið bera brek, detta í dag niður ímillum skipanirnar og fáa ongantíð møguleikan at vísa síni evni á arbeiðsmarknaðinum. Verður hendan ætlanin framd í verki, kann tað fáa stóran týdning bæði fyri einstaka menniskjað og fyri samfelagið.
Eisini er gleðiligt, at føroyskt teknmál verður nevnt. Fleiri teknmálstulkaðar og tekstaðar sendingar í Kringvarpi Føroya, eru ikki ein eyka tænasta, men ein fortreyt fyri, at deyv og tunghoyrd kunnu fylgja við í samfelagskjakinum á jøvnum føti við onnur.
Bygningskunngerðin skal endurskoðast. Men hvar er ætlanin um universella sniðgeving og atkomu? Hví verður ikki staðfest, at nýggir almennir bygningar, bústaðir og samferðsluloysnir sjálvsagt skulu kunna brúkast av øllum? At byggja uttan at hugsa um atkomu er dýrari í longdini og heldur fram við at skapa forðingar, sum kundu verið fyribyrgdar frá byrjan.
Ein greið politisk ætlan fyri, hvussu Føroyar fara at fremja ST-rættinda sáttmálan í verki manglar. Brekpolitikkur eigur ikki bert at snúgva seg um almannatænastur, men eisini um arbeiðslív, útbúgving, bústaðir, mentan, samferðslu, talgildar tænastur og demokratiska luttøku.
Løgmansrøðan vísir, at samgongan hevur eyga á fleiri avbjóðingar á brekøkinum, og er tað jaligt. Men fólk, ið bera brek, hava hoyrt nógvar ætlanir áður. Nú er tíð at vísa, at ætlanirnar verða umsettar til ítøkiligar loysnir, sum geva øllum borgarum somu møguleikar at luttaka í samfelagnum.
Ein ábyrgdarfull framtíð verður ikki bara máld í búskaparvøkstri og fíggjarpolitiskum reglum. Hon verður eisini máld í, hvussu væl samfelagið megnar at geva øllum borgarum – eisini teimum, ið bera brek javnbjóðis møguleikar at liva eitt virkið og sjálvstøðugt lív.
At vera eitt samfelag fyri øll merkir at skipa samfelagið soleiðis, at forðingarnar verða tiknar burtur, áðrenn tær raka menniskju.
Tí eigur løgmansrøðan at verða byrjanin á einum nýggjum brekpolitiskum skeiði. Nú mugu orð gerast til handling, og ætlanir gerast til ítøkilig úrslit.
Fólk, ið bera brek, hava bíðað leingi nokk.
Tórshavn 30. juli 2026
Ása Olsen, forkvinna Í MEGD











