Ein góður maður er farin

Minningarorð um Petur Martin Rasmussen, prest og fyrrverandi lektara á Fróðskaparsetrinum

Petur Martin Rasmussen var mangan á fjørðinum við Mýrisnípuni, bátinum hjá pápa sínum (Foto: Privatmynd)

Tann 29. mai andaðist Petur Martin Rasmussen, 89 ára gamal. Hann var, sum hann sjálvur plagdi at taka til, javngamal við russiska politikaran, Mikhail Gorbatjov.

 

Petur Martin var skálamaður, føddur 12. september 1931. Hann gjørdist cand. theol í 1960, og eftir tað starvaðist hann sum prestur og eina tíð eisini sum studentaskúlalærari.

 

Í 1976 varð farið undir at gera eina roynd við gudfrøðilestri á Fróðskaparsetrinum. Prestarnir, Petur Martin Rasmussen og Hans Jacob Joensen, vórðu settir at standa fyri hesi útbúgving, saman við øðrum tímaløntum lærarum. Í 1978 gjørdi Setursráðið av at seta fólk í fast starv. Byrjað varð við einum hálvum starvi. Hin helvtina skuldi tann, sum settur varð, undirvísa á Føroya Læraraskúla.

 

Lisbeth Michelsen var tann fyrsta, sum varð sett. Tá hon í 1983 fór til Danmarkar at arbeiða sum prestur, varð Petur Martin Rasmussen settur í starvið, sum árið eftir, í 1984, varð skipað sum eitt fulltíðarstarv á Setrinum.

 

Av praktiskum orsøkum varð í 1986 samtykt at leggja gudfrøði og søguvísindi saman í Søguvísindadeildina, sum - umframt søgu - eisini skuldi taka sær av undirvísing og gransking í kirkjusøgu og føroyskum trúarlívi.

 

Gudfrøðiútbúgvingin, sum byrjaði á setrinum í 1978, fevndi um tvey tey fyrstu árini av gudfrøðilestrinum. Avtala varð gjørd, so at tey lesandi kundu halda fram at lesa við universitetið í Íslandi og við donsk universitet.

 

Hetta var eitt ódnartak at fara undir við bert einum fólki í føstum starvi og annars tímalærarum. Aðrastaðni høvdu tey stór teologisk fakultet til tað sama. Fleiri av teimum studentum, sum lósu gudfrøði á Setrinum hesa tíðina, eru seinni vorðin prestar, millum teirra er núverandi biskupur.

 

Petur Martin var lektari á Setrinum til hann í 1991 tók við starvinum sum dómpróstur. Tá hann fór úr hesum starvi í 1996, fór hann til Tvøroyar at vera prestur, til hann fór frá við eftirløn í 2001.

 

Ta tíð, ið Petur Martin Rasmussen arbeiddi á Setrinum, fekk hann nógv av skafti bæði undirvísingarliga og granskingarliga.

 

Tað er honum fyri at takka, at Setrið fekk eitt gott og stórt gudfrøðiligt bókasavn, sum hevur verið til stóra nyttu.

 

 

 

Bæði áðrenn og aftaná, at hann kom á Setrið, er nógv skrivligt komið úr hondum Petur Martins Rasmussen. Tað bæði í føroyskari søgu og serliga føroyskari kirkjusøgu. Høvuðsverk hansara man vera doktararitgerðin, "Den færøske sprogrejsning med særligt henblik på kampen om færøsk kirkesprog i national og partipolitisk belysning", sum hann vardi við teologiska fakultetið við Lunds universitet í 1987.

 

Talan er um eitt nágreiniligt og rúgvismikið verk, sum fekk sera gott skotsmál frá metingarnevndini.

 

Sum lektari í gudfrøði á Fróðskaparsetrinum kom Petur Martin Rasmussen eisini at vera nógv uppi í akademiskum virksemi á sínum fakliga øki, eitt nú sum andmælingur í sambandi við doktaraverju og við at luttaka í fakligum samstarvi við starvsfelagar uttanlands.

 

Slóðbrótarin Petur Martin var ein hugfarsligur starvsfelagi, sum tað var stuttligt at arbeiða saman við. Hann møtti altíð sera tíðliga í morgni, tí hann var morgunmaður burturav, og hevði avrikað tað mesta, sum hann ætlaði sær, áðrenn døgurða.

 

Hann var Setrinum ein góður maður tey árini, hann starvaðist har.

 

Um tað mundið, tá hann fekk starvið sum dómpróstur, vóru fíggjarligu umstøðurnar hjá Setrinum ikki tær bestu, og tað var so nógv annað, sum Setrið skuldi brúka játtanina til. Bíðað varð tí við at seta starvið aftur, og trongu umstøðurnar í síni heild í 1992 gjørdu, at setanin kom í drag. Tað var ikki fyrr enn í 2014, at starvið varð sett aftur, nú sum lektarastarv á Søgu- og samfelagsdeildini.

 

Umframt at granska og undirvísa í føroyskari kirkjusøgu og føroyskum kristiligum siðaarvi, so hoyrir tað eisini uppí, at læra og fyrireika ungar prestar til tað at vera prestur í føroysku luthersku fólkakirkjuni. Tráðurin til akademiska gudfrøðiliga virksemið á setrinum, sum Petur Partin slóðaði fyri fyri góðum 40 árum síðani, er knýttur saman aftur.

 

Æra verið minnið um gudfrøðingin Petur Martin Rasmussen, doktara.

 

Hann var Setrinum ein góður maður í mong ár, og hann var eitt gott fólk.

 

 

 

Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi rektari á Fróðskaparsetri Føroya

 

Petur Martin Rasmussen var mangan á fjørðinum við Mýrisnípuni, bátinum hjá pápa sínum (Foto: Privatmynd)