Ein heilsan til Jóhonnu Hansen

Tað var skelkandi at frætta at Jóhanna var farin. Vit hittust fyrstu ferð í 1979, tá vit byrjaðu at arbeiða í Drotning Margrethu barnagarði.

 

Jóhanna var løtt at koma í samband við, altíð smílandi og við tí góða orðinum, og hevði ein framúrskarandi humoristiskan sans.

 

Jóhanna bleiv so leiðari í barnagarðinum. Hon broyttist ikki, lurtaði altíð eftir starvsfólkunum,hvat vit høvðu upp á hjartað, var altíð góð í ráðum og uggaði um okkurt gekk ímóti.

 

Eg bleiv sjúk og hevði smá børn; tann sum hjálpti og stuðlaði mær var Johanna. Føldi eg meg ikki væl, ringdi eg til Jóhonnu og hon kom beinanvegin at hjálpa mær.

 

Børnini í barnagarðinum vóru góð við Jóhonnu. Henni dámdi eisini væl at verða saman við børnunum. Sjálvt um hon hevði nógv at gera á kontórinum, komu børnini í fremstu røð. Vit fingu døgurða í barnagarðinium. Tá ið bar so á at køksdaman var sjúk, tók Jóhanna fyriklæði, og fór at gera mat. Altíð vælsmakkandi.

 

Soleiðis var Jóhanna. Eg hugsi um Hans Olav og børnini. Tit hava mist nógv, má Harrin styrkja tykkum. Lýsið frið yvir Johonnu.

 

 

Nita