Stutt eftir klokkan tíggju í gjárkvøldið fekk løgreglan boð um eitt ferðsluóhapp beint sunnan fyri Hósvík.
Har varð ein bilurin tikin av eini hvirlu og fór út av. Løgreglan sigur, at trý fólk vóru í bilinum, bilførarin og tvey børn, men tey sluppu úr bilinum sjálvi.
Sjúkrabilar vórðu sendir á staðið og tey vórðu øll trý flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.
Fyrr í gjárkvøldið hendi eisini eitt annað, ógvusligt ferðsluóhapp á vegastrekkinum ímillum Skálabotn og Skipanes.
Eisini í tí óhappinum vórðu trý fólk flutt á Landssjúkrahúsið til kanningar.