Ein kvinna og tveir menn ákærd fyri neyðtøku

Tey eru í felag ákærd fyri at hava neyðtikið eina gentu, umframt at annar maðurin er ákærdur fyri barnaporno og 17 tilburðir av blygdanarskemd

Trý fólk skulu mánadagin fyri Føroya rætt, har tey eru ákærd fyri neyðtøku og blygdanarskemd. Samanlagt er talan um 33 tilburðir av lógarbrotum av ymsum slag.

Ein maður er ákærdur í 32 tilburðum, meðan hini bæði eru ákærd í trimum.

Tey eru øll ákærd fyri í 2016 í felag at hava fingið eina 17 ára gamla gentu at drekka rúsdrekka og taka ritalin fyri síðani at fáa hana at nøkta øllum trimum seksuelt.Í ákæruritinum stendur, at 17 ára gamla gentan var ikki før fyri at seta seg ímóti orsakað av rúsdrekka og ritalininum.

Maðurin, sum er ákærdur í 32 tilburðum, er umframt neyðtøkumálið omanfyri eisini ákærdur fyri eina aðra neyðtøku, har hann sambært ákæranum hevði gjørt seg inn á eina gentu, meðan hon ikki var før fyri at seta seg ímóti, bæði tí hon var ávirkað av rúsdrekka, men eisini tí hon svav.

Maðurin er ákærdur fyri í 17 førum at hava framt blygdanarskemd umvegis Snapchat, har hann hevði sent ónærisligar myndir og video av sær sjálvum til ymsar gentir niður í 13 ára aldur. Maðurin er í fýra førum ákærdur fyri at hava roynt at keypt seg til samlegu, har eitt av førunum var við gentu undir 15 ár.

Maðurin er eisini ákærdur fyri at hava fingið videoupptøku umvegis Snapchat frá 13 ára gamlari gentu við seksuellum innihaldi, og tí er maðurin eisini ákærdur fyri at hava barnaporno um hendi.

Maðurin er í trimum førum ákærdur fyri at hava roynt at ogna sær barnapornografiskt tilfar umvegis Snapchat.

Maðurin er eisini ákærdur fyri tvey brot á vápnalógina. Í øðrum førinum er hann ákærdur fyri at hava springknív, og í øðrum føri er hann ákærdur fyri at hava riflu í kalibur 7.62 umframt 200 patrónur til rifluna.

At enda er maðurin ákærdur fyri tvey brot á rúsevnislóggávuna fyri at hava havt hash og ritalin um hendi.

Rættarmálið byrjar mánadagin, og sambært ákæranum eru seks dagar settir av til málið.