Jógvan Skorheim, løgtingslimur fyri Sjálvstýrisflokkin
-------------
Sum tinglimur fyri Sjálvstýrisflokkin fegnist eg um, at vit megnaðu eina semju um at hækka barnafrádráttin við kr. 1.000 fyri hvørt barnið í komandi ári. Hetta er við til at gera tann skattalættan, ið so nógv hevur verið kjakast um, eitt sindur meira sosialan. Barnafamiljan er tann bólkur í samfelagnum, sum ber tyngstu byrðarnar av høga kostnaðarstøðinum. Tískil er tað umráðandi, at hesi eisini fáa ein munandi lætta við komandi skattaumlegging. Við hesum kann ein familja við trimum børnum fáa kr. 3.000 meiri at liva fyri um árið. Hetta, saman við komandi skattaskipan, fer at geva familjum við inntøkum undir kr. 250.000 ein lætta, ið kemur at merkjast.
Í menniskjum góður tokki
Mánamorgunin var Anlis Bjarkhamar, leiðari fyri “Í menniskjum góður tokki”, í morgunsendingini hjá útvarpinum. Hon vísti á, at fortreytirnar fyri at pengar skuldu latast til persónar var, at tey høvdu børn. Hon vónar eisini, at núsitandi løgting fer at gera nakað, soleiðis at tað kundi gerast lættari hjá hesum samfelagsbólki. Við at hækka barnafrádráttin og við at leggja skattin um, far hesin bólkur betri fortreytir fyri at liva í okkara samfelagi. Einlig foreldur við tveimum børnum og einari inntøku á kr. 250.000 fara við hesum at fáa ein lætta á í alt kr. 3.500,-
Sjálvandi høvdu fleiri ynskt sær ein størri lætta, men hetta er veruliga ein hjálp.
Sjálvstýrisflokkurin er farin í hesa samgonguna fyri at fáa ávirkan, og tað fara vit eisini at gera alt fyri at hava.