Sambart ólavsøkurøðu løgmans, arbeiðir sitandi samgonga við nógvum og stórum avgerðandi framtíðarætlanum fyri Føroyar. Men tekur tú allar hesar ætlanirnar sum eina heild, varnast tú skjótt, at talan er um at blása, við mjøli í munninum.
Har er einki samanhang ímillum tær íløgur, sum landsstýrið ætlar at fremja, í verki, og búskaparligu ódnartøkini, sum vit verða noydd at fremja, um Føroyar skulu skipast sum fullveldi / loysa.
Útreiðslurnar á fíggjarlógini skulu ikki minka, men kortini er málsetningurin hjá samgonguni at fáa blokkstuðulin burtur.
Fyri at fáa blokkstuðulin burtur, skal yvirskotið á fíggjarlógini verða so stórt, at blokkurin ikki verður neyðugur longur.
Og hóast alt hetta, so sigur landstýrið seg ikki ætla at hækka skatt og avgjøld.
Ein kann av røttum spyrja, hvat samgongan ætlar við føroyska samfelagnum?
Hvussu kann yvirskot verða á fíggjarlógini, um útreiðslurnar standa í stað ella vaksa, blokkurin hvørvur og skattatrýstið verður óbroytt?
Trýr landsstýrissamgongan veruliga á loysing/fullveldi, sum einki kostar?
Kann inntøkusíðan á fíggjarlógini minka 950 milliónir kr. um árið, uttan at hetta merkist?
Olja fyri blokk
Tá ólavsøkurøða løgmanns var til viðgerðar í løgtinginum, segði formaður Tjóðveldisflokksins, Heini O. Heinesen, at royndarborðingar eftir olju úr føroysku undirgrundini áttu at bíða, til Føroyar vóru skipaðar sum fullveldi. Spurningurin er so, hvat hendir, um vit fyrst skipa Føroyar sum fullveldi/loysa, og síðani fara at borða eftir olju, og so kanska finna útav, at eingin olja er har?
Skulu vit tá vakna við kaldan dreym og ásanna, at trygdarnetið undir føroyska samfelagnum er burtur?
Løgmaður staðfesti í ólavsøkurøðuni, at neyðugt er at brúka ein part av ríkisveitingini til íløgur og rakstrarútreiðslur. Hvussu verður so við íløgum og rakstri, tá blokkurin ikki er meira?
Vit kunnu bert staðfesta, at sitandi samgonga, við løgmanni á odda, førir ein politikk, har vinstra hond ikki veit, hvat høgra ger.- Ein politikkur, við ongum samanhangi í.
Heðin Mortensen
tingmaður sambandfloksins