Ein skattalætti á 270 milliónir krónur

Skulu komm­un­urnar g­eva borg­­­arum ein mun­andi skatta­lætta, fer tað at verða ógv­­­uliga dýrt

Tað staðfestir Jørgen Nicl­asen, landsstýrismaður í Løg­­ting­i­num.
Bill Justinussen hevur reist málið í Løgtinginum, nú nú bæði samgonga og and­­støðan eru farin at tosa um at lækka skattin á lág- og mið­­al­­in­n­­tøkunum.
Bill Justinussen staðfestir, at eftir skattalættarnar hjá sam­gong­uni, eru støðan nú tann, at kommunurnar taka meiri skatt frá fólki enn landið ger.
Hann vísir á, at inntøkur und­ir 250.000 krónur um ár­ið, rinda bara 20 prosent av øll­­um, landsskattinum.
Sostatt eru tað inn­tøk­ur­nar yvir 250.000 um árið, sum rinda 80 prosent av tí, sum land­­ið krevur ikki í skatti og být­­ir út aftur á fíggjarlógini.
Hinvegin taka komm­un­ur­nar rættiliga nógv í skatti frá teimum, sum forvinna minni enn 250.000 krónur um árið.
– Ein pensjónistur, sum bara hevur fólkapensjón og sam­­­halds­fasta at liva av, rind­­ar 9.300 krónur í komm­un­uskatti, men hann rindar bara 1.300 krónur í lands­skatti.
Jørgen Niclasen sigur, at botn­­frádrátturin hjá komm­un­­unum er 30.000 krónur um árið. Tað merkir, at tað eru tær fyrstu 30.000 krónur av lønini eru skattafríar.
Í landsskattinum eru tær fyristu 65.000 krónurnar skattafríar.
– Skulu tær hækka botn­frá­drátt­in upp í 65.000 krón­ur um árið, sum hann er í landsskattinum, fer tað at kosta teimum 270 milliónir krón­ur, sigur Jørgen Nicl­a­sen.
Men afturfyri hevði tað giv­ið 33.500 skattgjaldarar høvdu fingið ein skattalætta á 7.400 krónur í part um árið, sig­ur Jørgen Niclasen.