Grækaris A. Joensen hevur í eina tíð arbeitt við eini ætlan um, hvussu hann kann verða við til at menna heimbygdina.
Hósdagin legði hann fram eina heildarætlan fyri eitt øki ovarlaga í bygdini, har ætlanin er at hava íalt 42 bústaðareindir.
Hesi verða skipað sum randarhús, lyklaklár sethús og sum planerað grundøki á økinum tey nevna Frammi í Gerði.
Hetta er náttúruvakurt øki báðumegin ánna, ið rennur gjøgnum bygdina. Haraftrat fáa fólkini eitt sera gott útsýni yvir bygdina og suðureftir móti Kolturi og Hesti.
Bygdaráðið varð kunnað um ætlanina á fundinum í farnu viku, og skal málið nú á ein komandi bygdaráðsfund.
- Hetta er ikki ein ætlan, ið ein bara samtykkir soleiðis ein fyrrapart, sum borgarstjórin tekur til.
Næsti bygdaráðsfundur verður hálvan apríl, og tá kemur hetta forvitnisliga byggimálið uttan iva á skránna. Eftir fundin er ætlanin at geva Grækarisi eitt svar.
- Okkara fyrsta reaksjón var í øllum førum sera positiv, sigur Boje.
Býarplanur
Bygdaráðið í Kvívík arbeiðir í hesum døgum við at gera bygdarplanin lidnan. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis.
Í hesum plani lá – eins og í ætlanini hjá Grækarisi – eisini ein ætlan um eina komandi bygging av barnagarði í bygdini.
Prosjekteringin av barnagarðinum er longu farin í gongd, so her má einhvør loysn finnast.
Sambært ætlanini hjá Grækarisi A. Joensen var møguleiki at byggja barnagarðin soleiðis, at einfalt var at byggja hann út, um tað einaferð skuldi verðið neyðugt.
Spyrja eftir grundøkjum
Sjálvur dámar Boje væl ætlanina um kombinasjónina av bústaðareindum.
Hetta ger hann ikki minst tí, at gongdin er hon at fleiri fólk ynskja at búseta seg aðrastaðni enn í høvuðsstaðnum. Og her liggur Kvívík ikki langt av leið í so máta.
- Vit hava merkt ein øktan eftirspurning eftir grundøkjum her í kommununi, upplýsir borgarstjórin.
Tá bygdarplanurin er samtyktur, verða í øllum førum fleiri grundøki at fáa í Leynum.
42 eindir
Ætlanin hjá Grækarisi A. Joensen og fyritøku hansara G.A.J. Smíð er at gera eina útstykking við 42 bústaðareindum í eini heildarætlan.
Grækaris sjálvur er greiður um, at mong vilja byggja síni egnu hús. Tí verður ein partur av útstykkingini løgd út sum byggibúgvin grundøkir.
Sjálvt økið liggur omanfyri skúlan, báðumegin Stórá sum rennur gjøgnum bygdina. Ætlanin miðar eftir at gera 15 øki á vestaru síðu byggibúgvin, har keyparin sjálvur kann gera tey liðug, meðan restin av økjunum verða bygd liðug.
Í sambandi við ætlanina verður neyðugt at gera eina betong- ella stálbrúgv tvørtur um ánna. Ætlanin er, at henda brúgvin skal verða vøkur á at líta.