Ein spurningur um javnvág

BYGDARPOLITI. Tað snýr seg um at finna javnvág millum lógina og gerandislívið. Arbeiðið setir heilt serlig krøv, tá ið tú kennir flestu borgararnar og kanska noyðist at handtaka títt egna barn. Sosialurin hevur tosað við Reðin Leonsson, virkandi sýslumann í Vágum um balansukunstin hjá politinum á bygd

Teir eru diplomatar í politibúna.

Lógin skal handhevjast, men samstundis ræður um, at fáa gerandisdagin at glíða. Í Vágum eru seks politistar í fullum starvi settir at ansa eftir gott og væl 2.500 fólkum. Borgarar og politi skulu liva í sama lítla samfelag. Teir kenna hvønn annan. Eru í familju. Og hetta setur heilt serlig krøv til bygdarpolitistin.

 Á politistøðini í Miðvági situr Reðin Leonsson, virkandi sýslumaður í Vágum. Reðin Leonsson er sørvingur og hevur arbeitt sum politistur í Vágum síðani 1989. Áðrenn tað var hann politistur í Havn eini 20 ár.


Diplomatarnir

Hvør er munurin ímillum at vera politistur úti á bygd og í einum býi?


? Munurin er, at tú noyðist at viga hvørt einasta mál. Sjálvandi hava vit okkara reglugerðir ? lógir og kunngerðir ? sum vit skulu fylgja. Men tað ber ikki til bara at vera paragraffryttari úti á bygd.

? Eitt mál, sum hevði givið bót í Havn, tað klára vit munnliga her hjá okkum. Viðkomandi fær heldur eina ávaring enn eina bót. Vit skriva sjáldan bøtur fyri skeiva parkering og steðgiforboð.

? Lógin sigur so mangt. Tú mást til dømis ikki ganga og mala fullur úti á vegnum ? tað sigur politiviðtøkan. Men vit geva ikki fólki bót fyri tað um tey ganga full á vegum. Heldur ikki um tey skrála eitt sindur. Í staðin plaga vit at biða tey um at skikka sær ordiligt. Tað vinna vit við í longdini.

? Tað handlar um at fáa samfelagið at koyra, so at vit øll fáa verið her. Hóast onkur traðkar eitt sindur við síðuna av, so skal hann eisini kunna vera her.


Tað sært tú ongan trupulleika við?


? Tú fært ongan fyrimun av at skriva eina bót fyri tað um ein maður syngur úti á vegnum. Hann syngur bara aftur dagin eftir. So hevur tað størri ávirkan, um tú roynir at tosa hann til rættis í einum gemytligum tóna.

? Tað er ein balansukunstur at vera politistur úti á bygd. Í Havn skrivar tú allar bøtur, sum skrivast kunnu og so gloymir tú alt um tað. Tað er munin lættari. Tað er bara tað, at tú skalt kunna vera millum fólkið, sum býr her.


Hvat hevði hent, um tit ikki vóru lagaligir?


? So fáa vit eina konfrontatión. Dømi eru um, at fólk hava brotið inn á politistøðina her vesturi og tvær ferðir hava tey sorla alt sundur. Kanska tí, at vit hava verið ov harðligir. Tí hava vit vent tí á og roynt at verið meira lagaligir. Og tað hevur víst seg at geva bonus. Vit hava lært, at tað kemst longur við diplomatinum enn við penninum.


Mildni valdast

Kann bygdapolitisturin ikki lættliga koma í ta støðu, at hann sær millum fingrarnar við lógini í sínum royndum at fáa alt at glíða?


? Nei, tað ger tað ikki. Tí alt sum hevur týdning verður skrivað. Vit síggja ikki millum fingrarnar við rúsdrekkakoyring. Har er eingin bøn.

?Vit hava dømi um politistar, ið koma uttanífrá og skriva bøtur fyri alt og øll, sum lógin gevur teimum rætt til. Kanska er tað eisini í lagi, at teir koma higar og ? eg vil ikki siga fyri at rudda upp ? men skriva bøtur fyri t.d. skeiva parkering og steðgiforboð. So vita fólk, at vit síggja ikki bara millum fingrarnar við øllum. Hinvegin kunnu tey vera glað fyri, at tey eisini hava politistar, sum eru lagaligir.


Men er tað so ikki ein trupulleiki, um tann næsti politisturin er vágamaður og letur onnur sleppa undan sama lógarbroti?


? Tað verður kanska tosað um tað. Tað er møguligt. Men vit handla sum sagt indvidivuelt.


Er tað ikki lætt at koma at gera mismun, tá ið metingin hjá tí einstaka politistinum verður løgd sum grund?


? Nei, vit eru so mikið fáir her á støðini og vita alla tíðina av hvørjum øðrum. Vit hava støðfund minst eina ferð um mánaðin, har vit tosa um tingini. Hóast vit eru individuellir, so hava vit eina linju at ganga eftir kortini.


Býta um mál

Er viðgerðin hjá politinum í Vágum líka óheft og góð sum á størri støðum?


? Tað er hon heilt vist. Eg havi ongantíð í míni tíð sum politistur í Vágum fingið nakra kæru um, at viðgerðin av borgarunum ikki hevur verið heilt í tráð við reglurnar.


Tað búgva bert 2.600 fólk í Vágum. Er tað ikki trupult at taka óheftar avgerðir, tí tú antin ert í familju við ella kennir flestu fólkini, sum tú ert settur at hava eftirlit við?


? Tað kann vera. Men tað er lættari í dag nú vit eru seks mans, og so eru tað ikki tær somu familjurnar, tað gongur út yvir. Eisini eru tað so fá mál, har vit mugu taka pennin fram og ikki klára tað við eini ávaring ella einum práti. Í 70-unum ringdu tey tíðliga og seint um alt millum himmal og jørð. Hønurnar hjá grannanum gingu inni á teirra stykki og hundurin hjá teimum goyði um náttina. Í dag eru tað næstan bara viðurskifti av týdningi, tey venda sær til okkara um. Sovorðið sum ferðsluóhapp og rúsdrekkakoyring. Vanligt politiarbeiði.


Fyri nøkrum árum síðani noyddist ein politistur í Vágum at handtaka sítt egna barn fyri rúsdrekkakoyring. Kunnu krøvini til bygdapolitistin, um at hann skal vera óheftur, ikki gerast órímiliga stór?


? Jú, tað er púra vist. Men allir borgarar hava krav um somu viðferð. Hvat ið politistarnir hava gjørt, tá teir hava verið einsamallir, veit eg ikki. Men í dag eru altíð tveir politistar úti í senn, so har er eingin bøn. Í døminum, tú sipar til, var viðkomandi eisini tikin.

 ? Tað hevði verið heilt óhugsandi ikki at skriva viðkomandi. Tað hevði tað verið á hvørs mans munni næsta dagin, at nú var sonur ella dóttir handan politistin sloppin væl frá rúsdrekkakoyring. Hann hevði slett ikki kunnað virkað sum politistur eftir tað.


Verður nakað gjørt fyri at sleppa undan, at politistarnir koma í tvístøðu av sínum arbeiði?


? Vit eru seks mans og kunnu ikki gera annað enn býta um mál, so at tú sleppur undan at viðgerða t.d. títt egna barn. Havi eg vakt og vit fáa eitt mál, har onkur í míni familju er uppi í leikinum, so fái eg onkran av starvsfeløgunum at taka málið fyri meg. Tað kann vera í øllum sløgum av málum ? líka frá húsaófriði til innbrot og stuldur. Tað er pínligt at sita yvirfyri beiggja tínum ella einum systkinabarni og ákæra hann fyri stuldur. So vit hava eina stilltigandi avtalu okkara millum, um at yvirtaka málini frá hvørjum øðrum, tá ið tað verður ov nær.

? Síðstu fimm árini hava vit altíð havt fremmandar politistar her vesturi og tað lættir sjálvandi um í ein ávísan mun. Verður tað ov nær, plaga vit at nýta eina av teimum fremmandu monnunum.


Vilja ikki vitna

Fyri nøkrum árum síðani varð ein maður skotin niður á ferjuleguni í Lorvík. Í tí sambandi kom fram, at politiið fekk ikki nóg góða hjálp frá lorvíkingum í uppkláringini. Er hetta nakað tú kennir aftur: At fólk velja tøgnina fyri friðin skyld?


? Jú, hatta er meira generelt úti á bygd enn í Havn. Kortini er tað altíð onkur sum kemur við nøkrum tipsum, sum gera, at málið verður uppklárað, hóast fólk ikki vilja stíga fram sjálvi.

? Tað hevði helst verið sama tilfellið hjá okkum. Mann skal jú liva víðari í hesum lítla samfelagnum. Og spurningurin, fólk seta, er: Er tað prísin vert, at leggja seg út í eitt tílíkt mál. Tað má mann gera upp við seg sjálvan, og tað hava tey væl eisini gjørt í Lorvík.


Fær politiið í Vágum ta hjálp frá borgarunum, sum tað hevur brúk fyri?


? Nei, tað vil eg ikki siga. Tað hendir meira enn so, at fólk boða okkum frá ? t.d. rúsdrekkakoyring. Men tey vilja ikki vitna í málinum, og so hava vit einki mál.


Hvat merkir tað fyri kanningararbeiðið hjá politinum?


? Tað merkir, at vit fáa slett ikki reist málið. Kanska ringja tey og boða frá, at tey hava sæð onkran koyra skít. Tá vit fáa hendur á bilføraranum er hann kanska staddur heima við hús og pástendur, at hann fór ikki at drekka fyrr enn eftir at hann var komin til hús. Er einki vitni ? ja, so fellur málið burtur.

? Tað kemur eisini fyri í málum um ov mikla ferð. Tann, sum koyrir ov skjótt sigur seg bert hava koyrt 40 km/t. Vit fáa einki gjørt, tí vitnið, sum sá hann koyra 120 km/t, ikki vil stíga fram. So bilførarin sleppur órevsaður.


Í seinastuni eru fleiri mál um barnamisnýtslu komin fyri rættin. Er tað eisini í slíkum málum, at fólk ikki vilja heingja hvønn annan út?


? Vit sleppa heldur ikki undan slíkum málum, tíverri. Men hesi mál eru so mikið grov, at har rokni eg ikki við, at fólk halda seg aftur. Í teimum málum, vit hava havt við at gjørt, hevur tað so ikki verið nakar trupulleiki at fingið fólk at úttala seg, tá ið málið fyrst er komið fram.

? Í hesum føri meti eg, at vandin er næstan líka stórur í Havn, sum heldur ikki er nakað stórt samfelag, tá ið tað kemur til pínlig mál sum hesi.


Bygdarmenn bestir

Hálvt sjeynda politistarv er í Vágum. Tríggir politistar búgva fast í oynni. Hinir eru útstationeraðir úr Havn í styttri og longri tíð. Tað gongur illa at fáa avbygdamennirnar at støðast í Vágum, og hetta heldur Regin Leonsson vera ein trupulleika.

 Tí sambært virkandi sýslumanninum er tað best, at politistarnir eru staðkendir.

? Vit hava gingið í lívsins skúla. Tað er eingin serútbúgving fyri bygdapolitistar. Hann, sum kemur higar at arbeiða, má royna at stinga fingurin í jørðina fyrst. Samstundis fær hann so eina ábending frá okkum um, hvussu vit plaga at arbeiða.

? Eg vil siga, at tann besti skúlin er, at mennirnir eru frá bygdunum sjálvir. Tá eg var liðugur á politiskúlanum vildi eg sleppa út á bygd at arbeiða. Men tað bar ikki til, tí at eg var bygdarmaður. Men eg vil siga, at tað er tann besti skúlin. Vit, sum eru úr økinum, kenna tankagongdina hjá teimum, sum koma í kløtur við lógina. Teirra uppvøkstur og teirra familju. Og tað er lættari at koma inn á ein persón, tá ið tú kennir hansara fortíð. Mínar royndir vísa, at tað gongur best, tá ið fólkið kennir politistarnar.