Ein stuttligur og hugnaligur dagur

Seinasta fríggjadag helt Kvívíkar skúli veitslu fyri at hátíðarhalda, at skúlin er farin at arbeiða við Betri vinir.

- Hetta var ein sera stuttligur og hugnaligur dagur, sum byrjaði við morgunsangi í skúlanum.

 

Frank Müller, varaborgarstjóri í Kvívíkar kommunu, kom á vitjan og helt røðu fyri næmingum og lærarum.

 

Seinni var Vinarenning á skrá, har næmingarnir í grunddeild runnu í pørum runt um vøllin við einari bamsu í millum sín.

 

- Bamsan kom á vitjan saman við Jónasi Isaksen, okkara lokalu ítróttarfyrimynd, sum kom at handa heiðursmerki til røsku børnini.

 

Í Kvívíkar skúla siga tey, at spæliliðið eisini skipaði fyri spølum á vøllinum.

 

- Dagurin endaði við poppkorni, sunkist og dansi í Atrium, sum miðdeildin skipaði fyri, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

- Bamsan kom á vitjan saman við Jónasi Isaksen, okkara lokalu ítróttarfyrimynd.