Ein tilburður við koronu í gjár

Í gjár var ein nýggjur tilburður staðfestur. Tað vísa nýggjastu tølini hjá landslæknanum.

Smittutilburðurin var staðfestur við komu til Føroyar.

 

1.044 kanningar vóru gjørdar seinasta døgnið. í løtuni eru 14 smittað í Føroyum. Tilsamans hava nú 989 fólk fingið staðfest smittuna í Føroyum.

 

Gjørdar eru tilsamans 378.601 kanningar í Føroyum, 46 fólk er í løtuni í sóttarhaldi.