Ein ótrúligu brølari kostar føroyskum reiðarum milliónir

Men afturfyri gjørdi Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík kvetti

Ein merkisverdur brølari hevur nú kostað tveimum føroyskum reiðarum, milliónir í inntøku. Men aftur fyri fekk Hanus Hansen, reiðari í Klaksvík, nógv meiri burtur úr, enn hann hevði væntað

Sosialurin skrivar, at brølarin hendi hendan dagin, tá ið svartkjaftur varð seldur á afturlatnari upp boðssølu. 

Tað kom eitt sindur óvart á, at JFK í Klaksvík fekk at kalla alla nøgdnina, tí JFK fekk heili 27.000 tons av teimum 31.000 tonsunum, sum vórðu seld.

Sosialurin skrivar, at tað var ikki tí at JFK vóru einsamallir um at bjóða, at teir fingu so stóran part av kvotuni. 

Í treytunum fyri uppboðssøluni stendur, at bjóðast skal uppá eina ávísa nøgd og tað skal bjóðast í kilo, ikki í tonsum. 

Og tað vísti seg, at tríggir av teimum, sum bjóðaðu gjørdu tað mistakið, at teir bjóðaðu í tonsum. 

Tað merkir, at ein reiðari, sum bjóðaði upp á 3000 tons av svarkjafti, fekk 3000 kilo ístaðin – og tá ið talan er um svartkjaft, hetta tað sama sum einki.

Týsdagin í næstu viku er aftur ein afturlatin uppboðssølu. Hon verður fyri rættindini at sleppa at veiða botnfisk í Barentshavinum. 

Ein opin uppboðssøla av makreli verður týsagin og ein afturlatin – eisini av makreli – verður fríggjadagin í næstu viku. 

Í Sosialinum í dag stendur nógv meiri um hetta sermerkta málið.