Ein trygg leið úr barnagarði í skúla

- Samstarv millum dagstovn og skúla kann vera ein vinningur fyri bæði børn og stovnar, heldur næstformaðurin í Føroya Lærarafelag.

- Skulu vit skipa forskúlar á bygd, seta skúlaaldurin niður í seks ár - ella skulu vit skipa annað tvørfakligt samstarv?

Henda spurning setir Jákup av Skarði, sum er næstformaður Føroya Lærarafelags. Hann er onga løtu í iva um, at ein trygg gongd skal skipast úr barnagarði í skúla og vísir á, at forsprákarar eru fyri forskúla, og onnur bera fram, at vit skulu lata børnini fara í fyrsta flokk, tá tey eru seks ár.

- Lagt verður upp til, at 12 børn skulu til, um forskúli skal verða skipaður. Samstundis er eisini felt á pappír, at børnini í mesta lagi skulu vera í skúla 24 tímar um vikuna.

Jákup av Skarði heldur, at her eru longu tveir faktorar, ið skurra í hansara huga, tí tað skal hampiliga stór bygd til, um 12 børn skulu vera "í einum árgangi”.

- Kann tað so verða rætt at útiloka møguleikan at skipa forskúla, ella skal talan vera um at søkja um rættin ár eftir ár? spyr hann.

Næstformaðurin í Føroya Lærarafelag spyr eisini, hví tímatalið er sett at verða í mesta lagi 24? Eru foreldrini til arbeiðis aðrastaðni og kanska burtur frá klokkan 07-17, má “tilboðið” onkursvegna samskipast við dagstovnin, t.d. at frítíðarskúlin eisini fevnir um hesi børnini.

- Eg hugsi mær, at samstarv millum dagstovn og skúla – í einum “forskúlatilboði” – kann vera vinningur fyri børnini og stovnarnar. Í slíkum tilboði kann barnið menna seg, samstundis sum námsfrøðingar og lærarar draga somu línu.

Hann heldur, at kanska kann eitt barn í “forskúlatilboði” steðga á eitt eyka ár og verða upp aftur betri fyrireikað til skúlagongdina.

- Men, fyri at hetta skal bera til, mugu vit mana burtur hugburðin, at í skúlanum skulu børnini sita og tiga, meðan tey arbeiða allan skúladagin.

Jákup av Skarði vísir til kunngerðina 8/8-2013 um skipan og læring í forskúla og heldur fyri, at henda leggur upp til nógv gott – og at orðingarnar eisini hóska væl til tað, ið longu verður arbeitt í innskúlingini.

- Tí eigur tað ikki at vera so øgiliga stórt stig at taka at skipa forskúla og samstarva um innskúlingina. Tað, sum í fyrsta lagi skal til, er, at leiðslurnar í dagstovni og skúla eru í góðum samskifti og finna leiðir, at starvsfólkini eisini samskifta og samstarva.

Næstformaðurin í Føroya Lærarafelag heldur, at jú betri vit kenna hvønn annan, tess betri skilja vit leiðreglurnar í ymisku stovnunum.

- Men, vit mugu eisini vera opin fyri, at onkuntíð dugir annar betri okkurt øki, og at í skúlapartinum verður undirvísing ein týðandi partur - ið lærarin skal skipa, sigur Jákup av Skarði.