Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, hevur nú lýst kunngerðina um uppboðssølu av rættindum at veiða makrel, norðhavssild, svartkjaft og botnfisk í Barentshavinum.
Uppboðssølan byrjar longu í næstu viku, 11. juli og heldur fram til 22. juli.
Uppboðssølan er skipað um tveir uppboðssøluhættir, opin uppboðssøla og afturlatin uppboðssøla.
Fiskamarknaður Føroya stendur fyri opnu uppboðssøluni hesar dagar:
- Mánadagur 11. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 1.200 tons.
- Hósdagur 14. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.
- Hósdagur 14. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.
- Hósdagur 21. juli 2016: Makrelur, 3.500 tons.
- Hósdagur 21. juli 2016: Norðhavssild, 2.000 tons.
Dagfestingin fyri afturlatnu uppboðssøluni staðfestir seinastu freist at lata boð inn.
Vørn stendur fyri afturlatnu uppboðssøluni.
Seinasta freist at lata boð inn er á middegi, kl. 12.00, hesar dagar:
- Hósdagur 14. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.
- Mánadagur 18. juli 2016: Botnfiskur í norska partinum av Barentshavinum, 600 tons.
- Hósdagur 21. juli 2016: Botnfiskur í russiska partinum av Barentshavinum, 600 tons.
- Fríggjadagur 22. juli 2016: Makrelur, 2.000 tons.