Í kvøld verða fyrru 1/8 finalurnar í Europa League. Millum feløgini í kappingini er FC Barcelona. Tað eru 18 ár síðani, at FC Barcelona seinast ikki var í endaspælinum í Champion League, men í Europa League.
FC Barcelona møtir í kvøld Napoli. Feløgini hava til felags, at tey hava notið gott av fótbóltsevnunum hjá Diego Maradona, sála. Hetta hevur fylt nógv í upptaktini til dystin. Fyri FC Barcelona er hetta seinasti og einasti møguleikin, at vinna gull í hesum kappingarárinum.
Favorittur at vinna kappingina er, sambært veddingarfyritøkunum, Borussia Dortmund. Týska felagið spælir móti Rangers. Síðani kemur Sevilla, sum hevur eina stolta søgu í júst hesi kappingini. Sevilla hevur vunnið Europa League seks ferðir.
Aftaná teimum kemur FC Barcelona og síðani italska Atalanta, sum er verður mett sum ein størri favorittur enn Napoli. Talan er um fleiri sterk lið, sum fyrr hava gjørt um seg í Champions League. eitt nú FC Porto og RB Leipzig.
Europa League 1/8:
Hósdagin 17. februar
Klokkan: 17:45
Barcelona - Napoli
Zenit - Real Betis
Dortmund - Rangers
Sheriff - Braga
Klokkan: 20:00
Sevilla - Dinamo Zagreb
Atalanta - Olympiacos
Leipzig - Real Sociedad
Porto - Lazio