Umheimurin hevur lítið gott at bera fyrrverandi kilska einaræðisharranum.
Tað var tann tíð, tá Augusto Pinochet var avhildin í Hvítu Húsunum í Washington. Men soleiðis er ikki longur.
-Hansara einaræðistíð var eitt tað truplasta tíðarskeiðið í kilsku søguni. Okkara tankar leita í dag til teirra, sum gjørdust offur fyri hansara stýri, segði talsmaðurin hjá Hvítu Húsunum, Tony Fratto, í gjárkvøldið.
Bretski uttanríkisráðharrin, Margaret Beckett, hevði heldur eingi rósandi orð um gamla einaræðisharran. Hon tók frástøðu frá stýri hansara og segði, at Bretland viðurkennir bara tey demokratisku framstig, sum eru hend, síðani hann fall.
Harafturímóti segði fyrrverandi bretski forsætisráðaharrin Margareth Thatcher, at hon harmaðist deyða Pinochet. Tað er alment kent, at Kili lat bretsk flogfør brúka kilskar flogvallir, tá Bretland og Argentina vóru í kríggi um Falklandsoyggjarnar.