Løgreglan steðgar kanningunum av eldsbrunanum í søguliga bygninginum Børsen í Keypmannahavn eftir drúgvar kanningar í fleiri mánaðir.
Tað skrivar løgreglan í Keypmannahavn í tíðindaskrivi.
Tað hevur ikki eydnast hjá løgregluni at finna fram til, hvør orsøkin var til, at eldur kom í 400 ára gamla bygningurin fyrrapartin 16. apríl í ár.
– Øll viðkomandi kanningarstig hava verið kannað, uttan at kunna prógva orsøkina til eldsbrunan. Einki er tó, sum bendir á, at eldurin er komin orsakað av revsiverdari gerð, sigur varapolitiinspektørurin, Brian Belling, í fráboðanini.
Løgreglan upplýsir eisini, at eingin er skuldsettur í málinum.
/Ritzau/