Hvørki í Streymnesi ella í Sørvági verður fótbóltur á skránni í morgin. Sambært umløgdu steypaskránni skuldi fyrsta bríkslið í fjórðingsfinalunum í kappingini um Løgmanssteypið, EB/Streymur-KÍ og 07 Vestur-B36, verið bríkslað seinnapartin týsdagin klokkan 16.30, men nú verður tað av ongum.
Fótbóltssambandið hevur boðað feløgunum frá, at dystirnir eru fyribils útsettir. Kavin liggur, tað er bítandi kalt, og veðurvánirnar siga frá kava og kulda heilt fram ímóti vikuskiftinum, tá ið fyrsta umfarið í landskappingini annars er á skránni.
Fyribils eru allar fjórðingsfinalurnar útsettar. B71-AB og HB-TB skuldu havt spælt í dag, men teir dystirnir eru eisini útsettir. Enn er ikki ásett, nær fjórðingsfinalurnar skulu spælast.