Eingin friður um Russland vinnur

- Nato fer at halda fram at stuðla Ukraina, sigur Nato-aðalskrivarin.

Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, segði á einum tíðindafundi, at tað verður eingin varandi friður í Ukraina, um Russland vinnur kríggið.

 

- Um Putin og aðrir einaræðisharrar síggja, at tað loysir seg at brúka makt, fara teir at nýggjum at brúka sína makt fyri at røkka sínum málum.

 

Jens Stoltenberg segði, at hetta verður støðan, fer tað at gera heimin ótryggari - og alt fólkið í Evropa meira viðkvæmt.

 

Nato-aðalskrivarin var greiðir í sínari útsøgn, tá hann segði, at Nato fer at halda fram at stuðla Ukraina.

 

- Eg haldi, at seinasta tíðin hevur víst, at kríggið hjá Russlandi í Ukraina er miseydnað, legði Jens Stoltenberg aftrat.

 

Hann legði aftrat, at Vladimir Putin, nú tað gongur illa hjá honum í krígnum, er farin at fremja yvirgang í Ukraina.

 

Tað er norska kringvarpið NRK, sum endurgevur Jens Stoltenberg fyri hesar útsagnir á tíðindafundi.