Eingin HIV-tilburður í fjør

Heilsulýsingin hjá landslæknanum fyri 2009 er komin, og her verður eitt nú staðfest, hvørjar smittandi sjúkur gjørdu seg galdandi - og ikki - í undanfarna ári. Um smittandi sjúkur, sigur landslæknin í síni heilsulýsing fyri 2009, at eingin tilburður var av kikhosta hjá børnum undir 1 ár í fjør. Ein tilburður var av meningitis, men eingin av eitt nú nátasjúku.

Landslæknin sigur í síni lýsing, at eingin tilburður varð fráboðaður av HIV-positiv, ei heldur nøkur fráboðan um eyðkvæmi.

- Eingin tilburður var av botulismu, men ein tilburður var av tuberklum, sigur landslæknin eitt nú í síni heilsulýsing fyri 2009.