Eingin Olivur Tvist

Við einum sterkum Javnaðarflokki kunnu vit byggja eitt samhaldsfast samfelag, sigur Petur Páll Mikkelsen

Í hesum døgum leita nógv fólk til Havnar í Norðurlandahúsið at hyggja at leikinum um Olivur Tvist. ? Leikurin um dreingin, ið endaði millum ránsmenn í fátækrabýlingunum í London. Fyri at fáa dagligt breyð og klæði á kroppin mátti hann saman við øðrum javnlíkum stjala úr lummunum hjá fólki á gøtuni.

Støðan, sum Olivur Tvist var komin í, var ikki óvanlig tá á døgum. Hóast vinnulívið blómaði, var tað eitt ótal av fólki, sum, eins og Olivur Tvist, endaði á lívsins skuggasíðu.

Úr hesi samfelagsstøðu vaks javnaðarhugsjónin fram. Fólkið, ið skapti virðini hevði eisini rætt til ágóða av vinninginum. Eisini hevði samfelagið skydlu til at veita teimum hjálp, ið ikki sjálv høvdu møguleika at breyðføða seg.

Í hesum døgum hátíðarhalda vit, at tað eru liðin sjeyti ár, síðani menn og kvinnur tóku seg saman í Ringfelagið, ið beliv til javnaðarflokkin. Síðan hevur Javnaðarflokkurin verið felagsnevnarin fyri sosialum framburði her á landi. Málini, ið eru nádd eru mong, men menningin í samfelagnum ger, at alla tíðina er umráðandi, at Javnaðarflokkurin er á varðhaldi.

Kring okkum síggja vit tíverri, at Javnaðarflokkarnir flyta seg longur og longur til høgru. Í Noreg gremja pensjónistarnir seg, at tey ikki hava til lívsins uppihald, hóast yvirskotið á fíggjarlógini nærkast 100 milliardum krónum.

Mítt ynski til Javnaðarflokkin á sjeyti ára degnum er, at hann framhaldandi heldur sítt pláss væl til vinstru í føroyskum politikki.

Við einum sterkum javnaðarflokki kunnu vit framhaldandi byggja eitt samhaldsfast samfelag, ið ongantíð letur nakran koma í somu støðu sum Olivur Tvist.