Eingin oljufepur í Grønlandi

Grønland verður ikki eitt arktiskt Kuwait. Tað vissar grønlendski landsstýrisformaðurin um, eftir at hava verið á almennari vitjan í Noregi.

Norska umsitingin av oljuni er ein fyrimynd fyri Grønland. Hetta sigur grønlendski landsstýrisformaðurin Kubik Kleist við norska blaðið Stavanger Aftenblad undir eini almennari vitjan hjá grønlendskum politikarum og vinnulívsfólki í Noregi.

Amerikanskar metingar vilja vera við, at Grønland goymir eins stórar nøgdir av olju og gassi sum tær, ið higartil eru funnar á norska landgrunninum. Kortini hevur grønlendski landsstýrisformaðurin bæði bein á jørðini og minnir á, at grønlendingar sláa kalt vatn í blóðið, tá tað snýr seg um framtíðar oljuvinnu. Grønlendingar hava ongan skund og eru tolnir.

Kubik Kleist sigur við norska blaðið, at oljufepurin er mest at finna í donskum fjølmiðlum. ?Vit grønlendingar hava lært at vera tolnir, og higartil veit eingin, um tey fund, sum eru gjørd, eru lønandi. Men tað finst eitt ávíst bjartskygni leggur hann aftrat og vísir á, at grønlendska oljuævintýrið er fyribils einans eitt ævintýr, men verður olja funnin er tað sjálvandi ein stór avbjóðing. Hann sigur, at Grønland hevur nógv at brúka oljupengar til. Umleið helvtin av fíggjarlógini í Grønlandi kemur úr Danmark. Haraftrat er stórur tørvur á at byggja út skúlaverkið, heilsuverkið og undirstøðukervið. Einans 40% av grønlendingum hava í dag eina útbúgving sigur Kleist, sum eisini heldur, at grønlendska samfelagið tørvar fleiri bein at standa á. Í dag er fiskivinnuna høvuðsvinnan.

Norra fyrimynd

-Fyri okkum í Grønland er Norra á nógvum økjum ein fyrimynd, bæði tá tað snýr seg um krøv til trygd og til umsiting av oljupengunum, og fara vit at stovna ein oljugrunn, um nógv er til av olju.

Kubik Kleist sigur við blaðið, at tað er lítil vandi fyri, at Grønland endar sum eitt nýtt Kuwait. Tað verða ikki nøkur fá, sum koma at eiga ríkidømið, sum skal umsitast til felags besta vissar hann um.

Grønlendski landsstýrisformaðurin hevur saman við oljumálaráðharra sínum og embætisfólki vitjað í Oslo og Stavanger. Tey hittu Jens Stoltenberg forsætisráðharra og Jonas Gahr Støre uttanríkisráðharra og vórðu eisini til audiens hjá Harald kongi. Í Stavanger varð vitjað hjá Statoil, har eitt nú føroyski stjórin í Statoil, Rúni M. Hansen var vertur.