Í januar mánaði sett Rigmor Dam løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin Karsteni Hansen fyrispurning um støðuna viðvíkjandi ortopedum innan føroyska sjúkrahúsverkið.
Løgtingskvinnan førdi tá fram, at tað ljóðaði, at støðan í summar fór at verða tann, at eingin ortopedur fór at vera eftir landinum.
Karsten Hansen svaraði tá, at hetta var ikki rætt, men at vit tá framvegis komu at hava tveir serlæknar innan ortopedi, umframt at vit eisini høvdu serlækna innan hondortopedi og serlækna innan plastiskar skurðviðgerð.
Í dag er støðan tó øðrvísi. Shahin Gaini, yvirlækni á Landssjúkrahúsinum, staðfestir í viðtali við Sosialin, at vit hava ongan ortopedkirurg í Føroyum í dag.
- Tað merkir, at høvuðspersónurin á Landssjúkrahúsinum, tá ið til dømis beinbrot, ferðsluvanlukkur og líknandi henda, ikki er til staðar longur, sigur Shahin Gaini millum annað í samrøðuni.
Í samrøðuni, har Shahin leggur dent á, at hann úttalar seg sum privatpersón, staðfestir hann eisini, at læknatroti kann skapa eina ræðuliga støðu innan føroyska sjúkrahúsverkið.
- Vit halda, at vit hava ein trupulleika í dag, men leggja vit ikki eina kós fyri sjúkrahúsverkið, so at ungir læknar vilja koma her at starvast, so enda vit í eini ræðuligari støðu um nøkur ár, tá ið helmingurin av læknunum í dag eru farnir frá vegna aldur, sigur Shahin Gaini millum annað í greinini, sum kann lesast HER.