Eingin peningur fyriliggur enn

Oyvindur Brimnes, Landsverkfrøðingur, vísir í viðmerking til Steinbjørn Jacobsen á, at eingin peningur fyriliggur enn til lendið í Klaksvík, har landsvegur og rundkoyring skal gerast. - Vit bíða framvegis eftir eykajáttanini á 4-500.000 krónur

Landsverkfrøðingurin Oyvindur Brimnes staðfestir tað, Steinbjørn Jacobsen spyr um viðvíkandi peningi hjá Landsverkfrøðinginum, at eingin peningur enn fyriliggur hjá teimum at fara í holt við keyp ella ognartøku av lendi í Klaksvík, har landsvegur skal gerast. Men neyðugu upphæddirnar skuldu sambært Oyvind Brimnes verið játtaðar í nærmastu framtíð.
- Vit hava søkt um eykajáttan á 4-500.000 krónur gjøgnum Vinnumálastýrið, og vit vóna sjálvsagt, at peningurin verður játtaður, tí uttan hann kunnu vit ikki fara í gongd við ognartøku.

Brøvini farin út
Tá talan er um so nógvar privatpersónar, sum eiga jørð, verða brøv send til allar eigarar í staðin fyri vanligar samráðingar, tí tað hevði tikið ov langa tíð. Ein partur av brøvunum verður sendur frá Landsverkfrøðinginum, meðan hin parturin verður sendur frá P/F Norðoytunnilin. Landsverkfrøðingurin váttar, at brøvini til tað jørðina, teir skulu ogna sær, eru send til eigarar beint undan ólavsøku. Sostatt eru brøvini farin út, og freistin er fýra vikur.
Lansverkfrøðingurin vísir á, at teir hava gjørt tað, teir skulu, og í løtuni verður sostatt enn bíða eftir peninginum, sum enn ikki er játtaður, og sum sambært borgarstjóranum Steinbjørn Jacobsen hevur skapt óvissu í Klaksvík.
Viðmerkjast skal, at undirritaði royndi til fánýtis at fáa eina viðmerking frá Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharra, men vónandi hava vit eina viðmerking frá honum um eykajáttanina til næstu útgávu.