Kaj Leo Johannesen, løgmaður, hevur ein dreym. Hann droymir um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum, Danmark, Grønland og Føroyar. Føroyar skulu nú undir at skipa sína støðu í ríkisfelagsskapinum av nýggjum.
Sambært løgmanni er dreymurin ikki fjarur. Um 10 ár hava Føroyar yvirtikið seinastu 15 málsøkini, sum eru eftir at yvirtaka. Hann ímyndar sær eina fólkaatkvøðu um 20 ár, tá føroyingar skulu svara, um teir vilja hava ríkisfelagsskapin í verandi líki, ella um føroyingar vilja hava eina aðra stýrisskipanarlóg. Tað sigur løgmaður við Politiken.
Um 10 ár, tá seinastu málsøkini eru komin á føroyskar hendur, verður ríkisveitingin úr Danmark eisini burtur. Vit rinda fyri málsøkini, vit yvirtaka, sigur løgmaður.
- Sjálvandi gjalda vit rokningina, tá vit taka ábyrgdina á okkum. Tað er kjarnan í okkara sambandspolitikki. Meirilutin av føroyingum vilja yvirtaka hesi málsøkini, sigur Kaj Leo Johannesen í viðtalu við Politiken. Sosialurin hevur prentað greinina á føroyskum í blaðnum í dag.
Nýggja skipan
Tá Føroyar fara at umsita málsøkini, sum enn ikki eru yvirtikin, hava vit førkað okkum upp at markinum, hvat føroyingar kunnu taka sær fyri í heimastýrisskipanini. Tá skulu vit hava eina nýggja skipan, sigur løgmaður.
- Eg ímyndi mær ein sterkan felagsskap við trimum sjálvstøðugum londum um 20 ár. Ein felagsskap við Danmark og Grønland, sum fer at standa næstu 100 árini. Tað vænti eg, sigur løgmaður.
Føroyingar skulu tá taka støðu á fólkaatkvøðu. Vit eru noydd at hava eina fólkaatkvøðu um 20 ár, sigur hann.
- Vit skulu atkvøða um eina nýggja pragmatiska skipan fyri ríkisfelagsskapin. Eg vænti, at fólkaatkvøðan verður um 20 ár. Ikki um 10 ár, tá er ov stutt tíð fráliðini, men um 20 ár. Tá hava vit yvirtikið øll málsøkini, og tá eru vit næstan komin á mál. Tíðin er tá búgvin at spyrja: Vilja tit hava ríkisfelagsskapin í verandi líki, ella vilja tit hava eina aðra stýrisskipanarlóg, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, við Politiken.
Yvirtøkulógin fevnir ikki um málsøkini stjórnarskipan, heimarætt, hægstarætt, uttanríkispolitikk, trygdarpolitikk, verjupolitikk, gjaldoyra- og peningapolikk.
Í samrøðuni viðger løgmaður eisini ósamsvarandi áhugamálini hjá Føroyum og Danmark í makrelstríðnum. Hann sigur seg somuleiðis ímynda sær eitt Evropa við felagsgrundlóg um 20 ár.